Annað

Sarah Mahfoud tapti boksidystin í Las Vegas

Australska Skye Nicolson var ov sterk til føroyska boksaran.

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2024-04-07 09:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sarah Mahfoud tapti í nátt WBC heimsmeistaraheitið í fjøðurvekt til australsku Skye Nicolson. Tað gjørdi hon eftir eitt tap upp á stig í tíggju umførum.

Boksidysturin var í amerikanska býnum Las Vegas í nátt føroyska tíð.

Skye Nicolson var undan dystinum spádd at vera greiður favorittur, men Sarah Mahfoud hevði kortini góðar vónir.

Hálvi vestmenningurin hevur einaferð áður tapt ein boksidyst. Tað var móti Amanda Serrano úr Purerto Rico, tá tær brustu saman í Manchester.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder