Hondbóltur

Sasha skal nú spæla í Sveis

21-ára gamli landsliðsmálverjin skiftir sum skilst úr Lugi í næstbestu svensku deildini til St. Gallen í fremstu sveisisku deildini.

Aleksandar Sasha Lacok og Pauli Jacobsen hava seinastu landsdystirnar verið ein greipa - her hálsfevnast teir eftir sigurin í Kosovo, sum sendi Føroyar til EM 2026 (Mynd: Sverri Egholm)

Aleksandar Sasha Lacok og Pauli Jacobsen hava seinastu landsdystirnar verið ein greipa - her hálsfevnast teir eftir sigurin í Kosovo, sum sendi Føroyar til EM 2026 (Mynd: Sverri Egholm)

2025-05-14 11:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta árið hevur Aleksandar Lacok - vanliga róptur "Sasha" spælt hondbólt í Svøríki. Hetta fyri Lugi í næstbestu svensku deildini.

Nú tekur ein av landsliðsmálverjunum eitt spenanndi fet upp: Hann skal spæla í bestu sveisisku deildini.

Portalurin hevur frætt frá fleiri álítandi keldum, at Aleksandar Sasha Lacok nú skiftir til TSV St.Otmar Handball St.Gallen.

Liðið úr St. Gallen endaði sum nummar sjey av teimum tíggju í fremstu sveisisku deildini hetta kappingarárið.

[object Object]
Sasha við stórbjarging í júst lidnu EM-undankappingini. Tað er ógvuliga sannlíkt, at hann skal við til endaspælið í januar (Mynd: Sverri Egholm)

Talan er um eitt spennandi stað hjá 21-ára gamla evnaríka málverjanum at spæla. Síðani Nicholas Satchwell fekk álvarsaman knæskaða hevur Sasha verið fast við A-landsliðnum, og hevur hann harvið verið við at fingið Føroyar til EM-endaspælið - sum eittari í bólkinum.

Skiftið hjá Sasha væntast at verða endaliga staðfesti heilt skjótt. Áðrenn hann byrjar tilveruna í Sveis, skal føroyingurin vera fyrsti málverji til eitt U21-endaspæl: Føroyar spæla um ein stóran mánaða í Póllandi.

Í Føroyum hevur Aleksandar Lacok umboðað VÍF longst men eisini Neistan eina tíð.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder