
Nicholas Satchwell heldur fram sum høvuðsvenjari hjá Neistakvinnunum næstu tvey árini. Afturat honum eru Teitur Magnusson, hjálparvenjari, og Eirikur Magnussen, liðleiðari.
Landsliðsmálmaðurin, Nicholas Satchwell, bleiv venjari hjá neistakvinnunum í fjør, tá hann fekk ein skaða og ikki kundi spæla sjálvur.
Hann tók á seg at venja kvinnurnar hjá Neistanum, sum hann sjálvur hevur verið knýttur at, tá hann hevur spælt í Føroyum.
Kappingarárið í fjør gekk væl hjá neistakvinnum.
Tað eydnaðist teimum atvinna heiðursmerki í bæði landskappingini og steypakappingini, ávikavist bronsu og silvur. Harafturat hevur ein stór og støðug tilgongd verið av kvinnum og gentum til Neistan síðani Nicholas tók við sum venjari, sigur Neistin.
- Teitur Magnusson heldur fram sum hjálparvenjari. Hann er neistamaður um ein háls og hevur spælt við besta liðnum, verið venjari umframt tikið tørn í nevndararbeiðnum hjá felagnum.
- Eirikur Magnussen er ein institutión hjá Neistanum. Altíð fryntligi bakarin fer undir sítt 25. ár sum liðleiðari hjá felagnum. Flestu árini hevur Eirikur verið liðleiðari hjá kvinnunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald