Hondbóltur

Sävehof og Füchse spæla fyri fjórðingsfinaluplássi í kvøld

Óli Mittún og teir skulu gera eitt ordans hál í EL-heimadystinum klokkan 17.45. Sävehof er aftanfyri við fýra málum undan seinnu uppgerðini - Hákun og Füchse Berlin eru frammanfyri við fýra málum.

Óli Mittún skal stríðast móti týska Hannover-Burgdorf í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Óli Mittún skal stríðast móti týska Hannover-Burgdorf í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-02 13:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um vikuskifti spældu Allan Norðberg og Valur seg í hálvfinalurnar í European Cup, og Elias Ellefsen á Skipagøtu bíðar eftir at síggja, hvørjum THW Kiel skal spæla ímóti í fjórðingsfinalunum í Champions League.

Sí eisini: Valur vann seg í hálvfinalurnar

Seinastu fjórðingsfinaluliðini í European League, sum er næststerkasta evropeiska kappingini, verða funnin í kvøld.

Tað eru millum annað Füchse Berlin og IK Sävehof, ið skulu spæla. Liðini hjá Hákuni West av Teigum og Óla Mittún eru í heilt hvør sínari støðu: Man ávíkavist vann og tapti í fyrru play-off dystunum. Í báðum førum við fýra málunum.

Harvið skulu Óli og hinir royna at venda tí á heimavølli, nú Bundesliga-felagið Hannover-Burgdorf vitjar í Partille. IK Sävehof fer í gongd við svenska meistaraspælið í vikuni, men nú hevur evropeiska vónin hægstu raðfesting.

Füchse Berlin er oddalið í Bundesliguni. Leygardagin skoraði Hákun fimm mál, tá man helt fast í oddasessinum. Sveisiska Kadetten Schaffhausen vitjar týska høvuðsstaðin klokkan 19.45 í kvøld, og føroyingurin og liðfelagirnir skulu royna at gera arbeiði liðugt.

[object Object]
Hákun West av Teigum til EM í Berlin. Høgri vongurin er við at kappast um týska meistaraheitið, steypagull og ovastu plássini í evropeiskari kapping (Savnsmynd: Sverri Egholm)

European League, play-off dystir um 1/4-pláss
Seinnu dystirnir - í kvøld, mikudagin 02.04

17.45: IK Sävehof - Hannover Burgdorf (30-34)
19.45: Füchse Berlin - Kadetten Schaffhausen (32-28)

Dystirnir kunnu síggjast á handball-kanalen.tv.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder