HM-endaspælið hjá kvinnum fer í gongd í Trier í Týsklandi í næstu viku.
Eins og í Berlin og Basel í 2024, so er aftur í ár gjørd ein heimasíða til áskoðararnar, sum verða við. Væntað verður, at upp ímóti 300 føroyskir áskoðarar verða til dystirnar í Trier.
Heimasíðan trier.fo er gjørd og verður brúkt til kunning í sambandi við HM-endaspælið. Eitt nú um upphiting, dystir, fjepparaætlanir o.a.
Upphiting verður áðrenn allar dystirnar, og eisini verður andlitsmáling, klapparar og annað at fáa. Upphitingin verður í høllini, har dystirnir verða spældir.
Mikudagin 26. nov. lata dyrnar til upphitingina upp kl. 18.00. Dysturin móti Montenegro byrjar kl. 20.30 lokala tíð.
Fríggjadagin 28. nov. byrjar upphitingin kl. 18.00. Dysturin móti Spania byrjar kl. 20.30 lokala tíð.
Sunnudagin 30. nov. byrjar upphitingin kl. 13.30. Dysturin móti Paraguai er kl. 15.30 lokala tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald