
Í tætta U20 EM-endaspælinum í fjør vóru teir júst ov stuttir til pláss, sum gav atgongd til HM fyri U21-landslið í 2025.
Men fyrr í ár noyddist NýSæland at geva avboð, og so fór plássið til hægst styrkismetta evropeiska liðið: Føroyar.
Talan er um árgangirnar 2004 og 2005. Hesir hava verið til trý endaspøl á rað: U18 HM í 2022, U19 HM í 2023 og U20 EM í 2024.
Í báðum teimum fyrstu stóðu Føroyar seg heilt væl og endaðu ávikavist nummar níggju og átta og høvdu eisini toppskjúttan í kappingini.
Sterkur hópur
Hetta er ein hópur, sum á nógvan hátt hevur uppiborið eitt U21 HM-endaspæl, hóast tað júst glapp í fjør. Talan er eisini um nógvar ógvuliga dugnaligar spælarar.
Óli Mittún var mest virðismikli spælarin í U18 EM, og komandi GOG-spælarin hevur síðani gjørt vart við seg í vaksnamannhondbólti - sum landsliðsprofilur og nú besti spælari í Svøríki.
Ísak Vedelsbøl hevur eisini spælt við Sävehof í ár, og hevur strikuspælarin fingi¨sítt gjøgnumbrot á A-landsliðnum. Sterki strikuspælarin/miðverjin og málverjin Aleksandar Sasha Lacok vera lyklaleikarar til HM-endaspælið.
Umframt teir tríggjar A-landsliðsspælararnar vera aðrir spennandi spælarar við. Høgni Heinason er eitt dømi: 19-ára gamli hoyvíkingurin er júst kosin ársins spælari, og ársins ungi spælari, í føroyskum manshondbólti.
Høgni misti HM í 2023 vegna skaða men var við aftur í fjør - hann verður ein profilur í bakketuni saman við Óla Mittún (Mynd: EHF)
Trúgvi Hávardsson úr StÍF er eisini ein profilur í fremstu mansdeildini, og so verður millum annað ein frískur Rókur Ziskason við aftur sum lykil í verjuni og í álopsstøðum.
U21 HM-hópurin er sum skilst heilt úttikin men ikki almannakunngjørdur enn.
Føroyar eru í einum spennandi bólki: Við Norðurmakedónia, Íslandi og Rumenia. Tvey tey fremstu liðini koma víðari - fyrsta uppgávan í Katowice verður Norðurmakedónia 18. juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald