
HSF: Føroyar spældu ein minni góðan seinasta dyst í ársins European Open. Verjuspælið var misjavnt og vóru ov nógvar villur og brend skot í álopsspælinum. Egyptaland vann 25-22, eftir hálvleiksstøðuna 12-11 til Egyptaland.
Liðini byrjaðu varisliga og tóktist heldur mødd av tøttu dystarskránni seinastu dagarnar. Føroyar høvdu yvirtakið fyrstu 15 minuttirnar og kundu leiðslan væl verið størri enn tey trý málini. Okkara brendu nógv skot og gjørdu ov nógvar villur. Verjan hevði staðið hampuliga væl, men mistu okkara takið seinastu løtuna fyri hálvleik. Verjan hekk ikki saman, landskotini fóru inn og okkara taptu mann móti mann dystirnar og brádliga var Egyptaland frammanfyri 12-11 í hálvleikinum.
Verjuspælið skinklaði eisini í seinna hálvleiki. 5-1 verjan gav meira pláss á bakkanum, og tað vóru egyptar dugnaligir til at gera sær dælt av og megnaðu okkara ikki at halda manninum. Árvakni vantaði eisini kring strikuna, sum ferð eftir ferð stóð frí. Okkara minkaðu um munin niður í tvey mál 5 minuttir fyri dystarlok, men hepnaðust seinastu 5 minuttirnir stak illa við nógvum villum og runnu egyptar avstað og vunnu 27-22.
Føroyar endaðu við hesum á sjeynda plássi í ársins European Open, sum tó fyrst og fremst hevur verið hugsað sum fyrireiking til HM-endaspælið, sum verður í Egyptalandi í august. Tá eru Føroyar í bólki saman við Týsklandi, Slovenia og Uruguay.
Dystargongdin Føroyar – Egyptaland:
5 min. 2-1
10 min. 6-4
15 min. 8-5
20 min. 11-12
25 min. 15-15
30 min. 16-19
35 min. 20-22
40 min. 22-27
Málskjúttar hjá Føroyum:
Jákup Egholm 8 (3)
Fríði í Innistovu 4
Haraldur Karlsson 3
Filip Haldansen 2
Lýðar í Dímun 2
Magnus Árason 2
Jón Midjord 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald