Serena Williams spældi týskvøldið fyrsta einmansdystin síðan september 2022. Hon tapti í fyrsta umfari í Wimbledon móti 20 ára gomlu Maya Joint.
Dysturin mátti út í eitt triðja sett, men 44 ára gamli veteranurin mátti boyggja seg til síðst á Centre Court.
Aldursmunurin gjørdist avgerandi, tí fima unga mótstøðukvinnan elvdi Williams trupulleikar og hetta serliga í langu dystunum. Kortini noktaði Williams at geva upp og í øðrum setti var neyðugt við tie-break fyri at finna ein vinnara.
Í triðja setti bleiv munurin størri og avstralska Maya Joint fór avstað við sigrinum.
Williams - Joint 1-2
Fyrsta sett 3-6
Annað sett: 7-6 (8-6 í tiebreak)
Triðja sett 3-6
Hetta er kortini ikki endin hjá vinnaranum av 23 grandslam heitum í einmansleiki og 14 í tvíleiki á hesum sinni. Serena Williams gjørdi 9. juni comback í tvíleiki og vann tá ein dyst saman við Victoria Mboko. Seinni í vikuni fer hon at spæla tvíleik við systrini Venus Williams.
-
(Mynd: Henry Nicholls/AFP/Ritzau Scanpix)
-
(Mynd: Henry Nicholls/AFP/Ritzau Scanpix)
-
(Mynd: Henry Nicholls/AFP/Ritzau Scanpix)
-
Maður og dóttur hjá Serena Williams fylgdu við frá áskoðaraplássunum (Mynd: Andrew Couldridge/Reuters/Ritzau Scanpix)
-
(Mynd: Henry Nicholls/AFP/Ritzau Scanpix)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald