Fótbóltur

Serkønur innan ítróttarsálarfrøði vitjar Fótbóltssambandið

Fríggjadagin 13. mai skipar FSF fyri impulsskeiði innan ítróttarsálarfrøði við danska Carsten Hvid Larsen sum undirvísara.

(Mynd: incento.com)

(Mynd: incento.com)

2022-04-23 18:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað verður danin, Carsten Hvid Larsen, sum kemur at undirvísa, tá Fótbóltssamband Føroya fríggjadagin 13. mai skipar fyri impulsskeiði innan ítróttarsálarfrøði.

Innan sálarfrøði hevur Carsten Hvid Larsen drúgvar royndir í fótbóltsumhvørvinum, og hevur hann seinnu árini virkað fyri at seta sjóneykuna á sálarliga heilsu í talentmenning og úrvalsítrótti – bæði í Danmark og á altjóða fótbóltsakademium.

Carsten Hvid Larsen starvast sum lektari á granskingareindini LETS á Syddansk Universitet, og hevur hann harafturat tilknýti til FC Nordsjælland, og varð í vikuni settur í starv hjá DBU. Hjá danska fótbóltssambandinum kemur Carsten Hvid Larsen at hava ábyrgdina av fótbóltssálarfrøðini hjá øllum landsliðunum hjá Danmark.

Impulsskeiðið við Carsten Hvid Larsen er sambært heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum ætlað venjarum við UEFA A- ella UEFA B-prógvi, og telur hetta sjey impulstímar til dagføring av próvnum. Venjarar, sum luttaka á A-venjaraskeiðnum í ár, taka eisini lut á skeiðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder