Annað

SÍ breyt meistararøðina hjá Mjølni

Eins og hjá kvinnum, vann SÍ 3-2 á Mjølini í finalu nummar tvey. Menninir úr Klaksvík hava annars vunnið FM í flogbólti seinastu sjey árini.

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2026-03-25 21:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Besta mansdeildin í flogbólti hevur fyri fyrstu ferð síðani 2018 ein FM-vinnara, sum ikki er Mjølnir.

Menninir úr Klaksvík hava verið einaráðandi, men í báðum FM-finalunum seinastu fýra dagarnar hava sørvingar verið omaná.

Eins og á Giljanesei sunnudagin, endaði tað 3-2 til SÍ.

[object Object]

[object Object]

[object Object]Myndir frá sunnudegnum (Jens Kr. Vang)

Sí fleiri myndir frá fyrstu finaluni her

Mjølnir byrjaði annars betri á heimavølli, men SÍ vann síðani 2. og 3. sett greitt - serliga 3. sett.

Í 4. setti vóru klaksvíkingar aftur omaná, og so var neyðugt við einum fimta setti.

Har var so at siga eingin ivi. Móttøkur og sløg sótu væl hjá sørvingum, sum fingu yvir tvífalt so nógv stig sum Mjølnir - og harvið gjørdust føroyameistarar. Ein forloysandi løta hjá sørvingum, var týðiligt.

Harvið er SÍ FM-vinnari bæði hjá kvinnum og monnum. Steypakappingarnar eru enn eftir.

Polestar-deidin (menn) - onnur FM-finala
Klaksvíkar Badmintonhøll, 25. mars
Mjølnir - SÍ 2-3 
25-18, 18-25, 14-25, 25-19, 7-15

Harvið 2-0 í dystum til SÍ og FM-gull


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder