Annað

SÍ er aftur best umboðað í steypafinalunum

Felagið úr Sørvági verður í seks finalunum um vikuskifti. Sjey onnur feløg hava minst tvey lið við - lagt verður fyri í annaðkvøld.

Menninir hjá SÍ vunnu spennandi hálvfinaluni móti ÍF fyrr í mánaðinum. Teir skulu leygarkvøldið royna at koppa favorittunum úr Mjølni (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

Menninir hjá SÍ vunnu spennandi hálvfinaluni móti ÍF fyrr í mánaðinum. Teir skulu leygarkvøldið royna at koppa favorittunum úr Mjølni (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

2024-02-22 15:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

13 steypafinalur á eru skránni frá í annaðkvøld og til tíðliga sunnudagin. Allar verða spældar í Høllini á Hálsi í Havn.

Skráin:

Fríggjadagin 23. februar:
Kl. 18.00: SÍ - ÍF (D19)
Kl. 19.15: SÍ - ÍF (D16)
Kl. 20.30: Fleyr - Mjølnir (G16 A)

Leygardagin 24. februar:
Kl. 10.00: SÍ - Dráttur (G14 A)
Kl. 11.15: KÍF - Ternan (G16 B)
Kl. 12.30: TB b - ÍF a (D12) 
Kl. 13.45: Ternan - TB (D14)
Kl. 16.00: Fleyr - Dráttur (Meistaradeild K)
Kl. 19.00: SÍ - Mjølnir (Meistaradeild M)

Sunnudagin 25. februar:  
Kl. 13.00: SÍ - KÍF (G12)
Kl. 14.15: TB - Ternan (G14 B)
Kl. 15.30: Fleyr a - Mjølnir (G19)
Kl. 16.45: SÍ - Mjølnir (Kvinnuunglingar)

Sum sæst so er SÍ - sum so ofta áður best umboðað (seks lið). Tó eru tey 26 plássini "væl býtt" millum átta føroysk flogbóltsfeløg.

SÍ: 6
Mjølnir 4
ÍF: 3
Fleyr: 3
Ternan: 3
TB: 3
KÍF: 2
Dráttur: 2

Portalurin hevur gjørt hetta yvirlitið. Í yvirlitinum hjá Flogbóltssambandinum omanfyri sæst millum annað, at Mjølnir er heilt væl við á gentusíðuni - umframt at menninir "sjálvandi" eru í finaluni.

ÍF hevur trý lið í dreingjafinalum, Fleyr stendur sterkt á gentusíðuni, og so er yngsta felagið á listanum - Ternan av Toftum - væl við.

Til ber at síggja og stroym allar finalurnar hjá Televarpinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder