2026-03-22 16:16
Hotel Djurhuus-deildin, onnur FM-finalan:
SÍ – Mjølnir 3-2 (26-28, 23-25, 25-20, 25-17, 15-12)
Á Giljanesi vann SÍ í dag føroyameistaraheitið í Hotel Djurhuus-deildini eftir 3-2 sigur á Mjølni.
Mjølnir hevði annars vunnið tvey tey fyrstu settini og sá út til at fara at noyða SÍ til at spæla eina triðju og avgerandi finalu í Klaksvík. Men SÍ reisti seg, javnaði til 2-2 í settum og vann síðan javnbrótaran 15-12.
SÍ legði betur fyri í dystinum og fór framum 8-1 og 15-8 í fyrsta setti. Tá bendi lítið á, at Mjølnir skuldi koma afturíaftur. Men tað gjørdi liðið úr Klaksvík, sum javnaði til 19-19, og síðani yvirlivdi tríggjar settbóltar, áðrenn tær vunnu settið 28-26.
Annað sett var næstan øvut av tí fyrra, men tó við sama vinnara. Mjølnir vann settið 25-23, eftir at tað annars hevði gingið eitt sindur aftur og fram.
Tað sá gott út hjá Mjølni, tá útiliðið seg á odda 6-3 í triðja setti, men SÍ vann skjótt nógv stig á rað: Javnaði til 10-10, fór framum 16-10 og vann síðani 25-20.
Í fjórða settinum vann SÍ sær tíðliga greiða yvirvág, áðrenn settið varð vunnið 25-17.
Í javnbrótaranum gekk skjótt. Janna Falkvard servaði sum ein brandur, og Mjølnir megnaði ikki at leypa á, og brátt var SÍ á odda 7-1, áðrenn støðan gjørdist 14-7.
FM-gullið var næstan komið í hús, men Mjølnir gjørdi tó ein síðsta vørr við góðum servum frá Nicolu Toftegaard, sum gjørdi sær dælt av gummiørmunum hjá SÍ hesa løtuna.
Mjølnir kom heilt upp á 12-14, men so segði 14 ára gamla Anna Katrina í Haraldstovu, at nú er nóg mikið, áðrenn hon hamraði sætta dystarbóltin oman í krókin til 15-12, og so var SÍ føroyameistari fyri sættu ferð.
Myndir av Giljanesi skjótast gjørligt
Kelda: Flogbóltssamband Føroya:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald