Hondbóltur

Sí hæddarpunktini tá Hákun og teir vunnu seg í Champions League-hálvfinalurnar

Fyrst tættur dystur í 60 minuttir og síðani brotskastkapping. Eitt flott mál hjá føroyinginum í fjórðingsfinalusigrinum hjá Füchse á Veszprem er við - 13 juni skal Hákun West av Teigum aftur spæla hálvfinalu í Köln.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-05-07 09:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Füchse Berlin er annað árið í rað í Final Four í Champions League. Hetta er greitt eftir stóra dramatikkin í týska høvuðsstaðnum í seinnu fjórðingsfinaluni, sum var í gjár.

Har var liðið hjá Hákuni West av Teigum leingi á veg móti samanløgdum sigurin. Men móti endanum var toppskjúttin og heimsins besti spælari, Mathias Gidsel, við at blaka alt á gólvið.

Alt endaði tó við, at Gidsel kundi avgera úr sjey metrum. Í brotskastskappingini brendi Hákun West av Teigum sítt skot, men annars skoraði føroyski høgri vongurin bæði síni skot í gjár og øll fimm samanlagt í fjórðingsfinaluuppgerðini.

Hæddarpunkt frá dramatiska dystinum mikukvøldið síggjast omanfyri. Millum annað eitt flott mál hjá føroyska høgra vonginum í byrjanini (0.15): Lobb við einari skrúu í mótálopi

Misnýtta brotskastið hjá Hákuni, sum tíbetur ikki kostaði, og øll brotskastskappingin sæst niðanfyri:

Final Four verður spælt mitt í juni. Aalborg og Barcelona hava eisini spælt seg í Champions League-hálvfinalurnar. Væntað verður at Magdeburg ger arbeiðið liðugt í morgin í seinastu fjórðingsfinaluni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder