Eftir góða sigurin á Fleyr fyri 10 døgum síðani hevði KÍF góðar vónir um eisini at standa seg ímóti oddaliðnum SÍ í gjár, men mátti skjótt ásanna, at ávísur munur er á styrkini teirra millum, sum nú er.
SÍ var longu frammanfyri 12-7 í fyrsta setti, tá SÍ vann seks bóltar á rað og gjørdi tað til 18-7, og so gjørdist talan um rættiligan avsmurning í settinum, sum SÍ vann 25-14.
Í øðrum setti hepnaðist heldur betur hjá KÍF, sum fylgdi við til 12-12, áðrenn tað fór at dragna millum liðini, og SÍ vann settið 25-20.
Sama gongd var í triðja setti, tá SÍ við fimm stigum á rað fór frá 8-8 til 13-8. KÍF fekk tó nakað av spenningi í aftur, tá munurin minkaði niður í tvey stig við støðurnar 18-20, 20-22 og 22-24, men tá KÍF ikki fekk bilbugt við lobbinum frá Henrikku Wang Jacobsen eydnaðist SÍ at vinna 25-22.
Í dag kl. 14 spæla Mjølnir og TB í Klaksvík og kl. 18 Fleyr og Dráttur í Havn.
Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:
| Nr | Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
| 1 | SÍ | 5 | 9 | 13 |
| 2 | Fleyr | 5 | 4 | 9 |
| 3 | Mjølnir | 4 | 4 | 8 |
| 4 | KÍF | 5 | -1 | 7 |
| 5 | TB | 4 | -2 | 5 |
| 6 | Dráttur | 5 | -14 | 0 |
Flogbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald