Annað

SÍ í FM-finalunum eftir sigur á Mjølni

ÍF hevur gott tak á bronsuni eftir sigur á Fleyr.

SÍ

2024-04-09 08:03 Author image
Innsent
placeholder

Føroya Tele-deildin, menn:
SÍ – Mjølnir 3-1 (25-17, 22-25, 25-19, 25-18)

Leingi hevur tað verið greitt, at SÍ fór at møta Mjølni í FM-finalunum, men ikki fyrr enn í gjárkvøldið varð tað formliga staðfest, eftir at SÍ hevði vunnið 3-1 á oddaliðnum Mjølni.

Mjølnir vann annað sett, eftir at hava vunnið avgerandi bóltarnar frá 22-22, men annars var SÍ at kalla einaráðandi og vann lættliga hini trý settini.

Tey trý stigini til SÍ merkja, at nú kann SÍ eisini taka fyrstaplássið frá Mjølni, og harvið fáa heimavallarfyrimunin í fyrru FM-finaluni.

Hetta kann alt verða avgjørt í seinasta dystinum teirra millum, sum eisini er síðsti dystur í landskappingini áðrenn finalurnar.

Nógvir teoretiskir møguleikar eru, men um SÍ vinnur 3-0 í sínum báðum dystum ímóti Ternuni og Fleyr, og um Mjølnir vinnur sín dyst ímóti ÍF 3-0, so krevur tað ein 3-0 sigur til SÍ í Klaksvík á síðsta leikdegnum fyri at taka fyrstaplássið frá Mjølni.

Fleyr – ÍF  1-3 (19-25, 25-20, 22-25, 21-25)
Við 3-1 sigri á Fleyr fekk ÍF gott tak um bronsuna, og vinnur ÍF trý stig ímóti stigaleysu Ternuni, so skal Fleyr vinna sær trý stig í hvørjum av sínum írestandi dystum, sum eru ímóti SÍ og ÍF, skal Fleyr hava bronsumerkini.

Støðan í Føroya Tele-deildini hjá monnum er tann, at Mjølnir hevur 36 stig, SÍ 30, ÍF 19, Fleyr 17 og Ternan einki stig. SÍ og ÍF hava spæl 13 dystir, hini liðini 14.

Nr. 1 og 2 leika tvær finalur um føroyameistaraheitið. Fyrra finalan verður leikt á heimavøllinum hjá liðnum, sum er nr. 1 í sjálvari landskappingini. Seinna finalan verður leikt í hølli á Hálsi leygardagin 27. apríl. Vinna liðini hvør sína finalu – sama hvat settmunurin er – so verður føroyameistaraheitið avgjørt við einum gullsetti upp í 15 beint eftir seinnu finaluna. 

Dystirnir, sum eftir eru í Føroya Tele-deildini hjá monnum:
Mikudagin 10. apríl kl. 19: SÍ – Ternan

Sunnudagin 14. apríl kl. 15: SÍ – Fleyr
Sunnudagin 14. apríl kl. 17: ÍF – Mjølnir

Týsdagin 16. apríl kl. 20: Fleyr – ÍF

Fríggjadagin 19 apríl kl. 19: ÍF – Ternan

Leygardagin 20 apríl kl. 13: Mjølnir – SÍ 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder