FM1: Siga frá í Sørvági klokkan 17.15 - Heini Vatnsdal og Bill McLeod Jacobsen at hoyra í 3. hálvleiki

Oddaliðið NSÍ vitjar 07 Vestur. Aftaná, klokkan 19.30, taka vit samanum teir tríggjar dystirnar í dag og hyggja fram ímóti uppgerðunum í morgin. Heini Vatnsdal og Bill McLeod Jacobsen tosa eisini um sínar støður.

Heini hevur verið ein av bestu spælarunum í deildini í ár, men B36-spælarin fekk fipurskaða síðsta vikuskiftið (Mynd: Sverri Egholm)

Heini hevur verið ein av bestu spælarunum í deildini í ár, men B36-spælarin fekk fipurskaða síðsta vikuskiftið (Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-17 14:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsti dystur í 10. umfari í Meistaradeildini hjá monnum byrjar klokkan 15, tá Skála og B36 bresta saman á Skála.

Tveir dystir eru á skránni klokkan 17.15: KÍ vitjar á Svangaskarði og NSÍ í Sørvági. Harvið verður støðan í topp-trý greiðari seinni í dag.

Meistaradeildin menn, 10. umfar
Í dag, sunnudagin 17. mai

15.00: Skála - B36

17.15: B68 - KÍ
17.15: 07 Vestur - NSÍ (FM1)

Í morgin, mánadagin 18. mai
18.30: AB - Víkingur
18.30: HB - EB/Streymur

[object Object]

Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum

Trygvi Absalonsen verður í Sørvági og sigur frá 07 Vestur-NSÍ (klokkan 17.15)

Aftaná, klokkan 19.30 byrjar sendingin 3. hálvleikur, sum Per Dávidsson Jacobsen reikar fyri.

Har taka vit samanum teir tríggjar dystirnar í dag og hyggja fram ímóti uppgerðunum í morgin.

Heini Vatnsdal og Bill McLeod Jacobsen tosa eisini um sínar støður: Heini hevur verið ein av bestu spælarunum í deildini í ár, men B36-spælarin fekk fipurskaða síðsta vikuskiftið. Bill McLeod Jacobsen hevur fingið nýtt venjarastarv; sum venjaramennari í menningardeildini hjá norska felagnum Sogndal.

Lurta eftir FM1 her ella á frekvensunum kring landið.

[object Object](Mynd: sogndalfotball.no)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder