Fótbóltur

Signe Pries Andersen nýggur A-landsliðsvenjari hjá kvinnum

Aftur hevur Fótbóltssambandið sett danskan venjara í starvið. 36-ára gamla Signe Pries hevur viðkomandi starvsroyndir og mensku til føroyskan fótbólt, sigur tekniski stjórin við fsf.fo - nýggi venjarin hevur fingið góða mynd av føroyskum fótbóli.

Umframt at vera landsliðsvenjari, fer Signe Pries at hava dagligt arbeiði á Fótbóltsdeildini hjá FSF, har hon fer at samstarva við feløgini um menning av gentu- og kvinnusíðuni sum heild, boðar Fótbóltssambandið frá (Mynd: fsf.fo)

Umframt at vera landsliðsvenjari, fer Signe Pries at hava dagligt arbeiði á Fótbóltsdeildini hjá FSF, har hon fer at samstarva við feløgini um menning av gentu- og kvinnusíðuni sum heild, boðar Fótbóltssambandið frá (Mynd: fsf.fo)

2023-03-17 11:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tíðiliga í ár varð tað kunngjørt, at Lene Terp ikki fór at halda fram í starvinum sum A-landsliðsvenjari hjá kvinnum. Síðani hevur FSF leitað eftir avloysara, og nú er greitt, at talan verður um aftur um eina kvinnu úr Danmark sum hevur nógvar royndir á høgum støði.

Signe Pries Andersen er kunngjørd í dag. Hon er bert 36-ára gomul og er í løtuni í starvi hjá danska fótbóltssambandinum sum U15 talentvenjari og hjálparvenjari hjá danska U17 gentulandsliðnum. Signe Pries hevur eisini royndir sum venjari á ymiskum ítróttarháskúlum í Danmark og í kvinnufelagnum KoldingQ, skrivar fsf.fo.

Sum spælari hevur Signe Pries Andersen umboðað donsku feløgini Vejle, SønderjyskE, Brøndby og KoldingQ, og hon hevur eitt nú vunnið fimm donsk meistaraheiti og spælt Champions League fjórðings- og hálvfinalur við Brøndby fyrst í 10’unum.

– Vit hava havt samband við fleiri sera áhugaverdar venjarar, bæði úr øðrum norðanlondum og longri úti í Evropa, so vit eru væl nøgd við tilgongdina. Sambandið við Signe hevur verið gott frá byrjan, og at enda vóru vit ivaleys í, at hon er tann rætta til okkum. Signe hevur góðar og viðkomandi starvsroyndir við sær, og so hóskar hennara menska og virðir sera væl til tann vegin, vit ynskja at flyta føroyskan gentu- og kvinnufótbólt.

Soleiðis sigur tekniski stjórin í FSF, Pætur Smith Clementsen, millum annað um starvsetanina. Í sáttmálanum, sum partarnir undirskrivaðu í vikuni, verður eisini tilskilað, at Signe umframt at vera landsliðsvenjari, fer at hava dagligt arbeiði á Fótbóltsdeildini hjá FSF, har hon fer at samstarva við feløgini um menning av gentu- og kvinnusíðuni sum heild. Sáttmálin er galdandi í fýra ár.

– Eg eri ómetaliga spent til at byrja í starvinum. Eg havi fingið eina góða mynd av føroyskum fótbólti og síggi nógvar spennandi møguleikar í tí arbeiðnum, sum verður gjørt fyri at lyfta gentu- og kvinnufótbóltin í Føroyum. Samansetingin millum landsliðsarbeiðið og gerandisdagin, har vit skulu royna at menna umhvørvini úti í feløgunum, hóskar eisini sera væl til mín, sigur danin við fsf.fo.

[object Object]
Svenn Olsen heldur fram sum hjálparvenjari og skal hava høvuðsábyrgd til dystirnar móti Luksemborg í apríl (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

Nýggi A-landsliðsvenjarin hevur kandidatútbúgving í ítrótti og heilsu við sergrein í kapping og úrvalsítrótti og tekur í løtuni UEFA Pro-venjaraprógv. Hon skal starvast í Danmark nakrar mánaðir afturat, til uppsagnartíðin har er av, boðar FSF frá. Signe Pries Andersen byrjar formelt í starvinum hjá Fótbóltssambandinum 1. juni. Tó verður hon partvíst við til venjingardystirnar móti Luksemborg í næsta mánaða, tá hjálparvenjarin Svenn Olsen fer at hava høvuðsábyrgd. Rúni Klein Joensen er lagdur afturat toyminum sum málmansvenjari.

 – Eg gleði meg til at hitta landsliðshópin og so eisini til lutakastið 2. mai (til Nations League), har vit fara at finna útav, hvørjum vit skulu spæla ímóti í heyst. Harumframt eri eg eisini byrjað at seta meg inn í føroyska fótbóltslandslagið og feløgini, sum eg eisini gleði meg til at samstarva við, sigur Signe Pries Andersen 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder