2020-12-11 07:35

Eftir eitt ár í útlegd verður Silas Eyðsteinsson aftur at síggja í 07 Vestur komandi árini.
07 Vestur og Silas undirskrivaðu nevniliga í gjár sáttmála, so Silas flytir heim aftur úr AB, boðar felagið frá á heimasíðuni.
22-ára gamli málverjin er uppvaksin í felagnum, og, áðrenn farna kappingarár, hevði hann einans leikt fyri 07 Vestur heilt úr barna- og ungdómsdeildini.
Í fjør valdi Silas tó at taka eitt tørn fyri AB, har kann kundi fáa royndir í Betri deildini, men nú verður hann aftur at síggja hjá felagnum í Vágum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald