Stórt hondbóltskvøld var í Danmark í gjárkvøldið, tá DM-kappingin fyri menn var avgjørd, fyrst við aðru bronsufinaluni á Mors, og síðan aðru DM-finaluni í Aarhus.
Dysturin um danmarksmeistaraskapið stóð millum Aalborg Håndbold og AGF-Skanderborg við Jóhan á Plógv Hansen á liðnum.
Jóhan á Plógv, sum hevur havt eitt gott ár í donsku hondbóltskappingini í ár, skoraði 4 mál í dystinum í gjárkvøldið, men tað, sum tók yvirskriftirnar í donskum miðlum í gjárkvøldið var, at málverjin hjá Aalborg, Niklas Landin, stóð sera væl, og hann tók ikki færri enn seks skot frá sama Jóhan á høgra vongi. Og harvið var tað fyrrverandi landsliðskempan í málinum, sum avgjørdi meistaraheitið, m.a. við at taka pippið frá føroyska høgra veinginum.
Dysturin var sera javnur líka til 9 minuttir vóru eftir av dystinum. Tá eydnaðist Aalborg at avgera dystin við at vinna 35-31, og harvið endurvinna meistaraheitið triðja árið á rað.
Komandi vikuskiftið skal Aalborg Håndbold til Köln at kappast í final-4 kappingini um Champions League. Hini liðini í finalunum eru Barcelona, Füchse Berlin (við Hákun West av Teigum) og SC Magdeburg. Aalborg skal spæla móti Barcelona í hálvfinaluni, meðan tey bæði týsku liðini møtast í hinari.
![]()
Óli Mittún vann bronsu í fyrsta kappingarári sínum við GOG. Dysturin er frá hálvfinaluni móti Skanderborg-AGF (Mynd: Claus Fisker/Ritzau Scanpix)
GOG vann á Mors-Thy
Dysturin um triðja plássið í DM-kappingini stóð millum GOG við Óla Mittún á liðnum, og so yvirraskilsið í donsku hondbóltskappingini í gjár, Mors-Thy Håndbold.
Hóast dyggan stuðul frá heimaáskoðarunum á Mors, so eydnaðist tað ikki Thy-Mors at yvirraska siðvanda GOG-liðið av Fjóni heldur í aðru bronsufinaluni.
GOG vann 35-29. Spælskiparin Óli Mittún skoraði 2 mál í dystinum, men tað merkir ikki, at hann ikki spældi ein stóran leiklut í sigrinum, tí Óli hevði ikki færri enn 8 málgevandi avleveringar (assists).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald