Annað árið á rað er Jannik Sinner vinnari av grand slam-kappingini Wimbledon. Í fýra settum vann hann 3-1 á týskaranum Alexander Zverev.
Settini endaðu 6-7, 7,-6, 6-3 og 6-3.
Jannik Sinner var undan kappingini styrkismettur sum nummar eitt og Alexander Zverev nummar tvey.
Hetta er fimti grand slam-heiðurin, sum Jannik Sinner hevur vunnið. Umframt tvær ferðir at hava vunnið Wimbledon hevur hann eisini vunnið Australian Open tvær ferðir og haraftura US Open einaferð.
Umframt heiðurin fær Sinner eisini nakað omanfyri 31 milliónir krónur fyri at vinna Wimbledon.
Hjá kvinnunum var tað 21 ára gamla kekkiska Linda Noskova sum vann. Hon vann í trimum settum móti landskvinnuni Karolina Muchova.
-
(Mynd: Henry Nicholls/AFP/Ritzau Scanpix)
-
Kate krúnprinsessa og dótturin Charlotte prinsessa til finaluna (Mynd: Adrian Dennis/AFP/Ritzau Scanpix)
-
(Mynd: Henry Nicholls/AFP/Ritzau Scanpix)
-
Jannik Sinner og Alexander Zverev (Mynd: Henry Nicholls/AFP/Ritzau Scanpix)
-
(Mynd: Henry Nicholls/AFP/Ritzau Scanpix)
-
Linda Noskova (Mynd: Adrian Dennis/AFP/Ritzau Scanpix)
-
(Mynd: Adrian Dennis/AFP/Ritzau Scanpix)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald