Fótbóltur

Sjey broytingar í byrjanaruppstillingini

Málverjin Bárður á Reynatrøð spælir sín fyrsta A-landsdyst. Stefan Radosavljevic byrjar inni fyri fyrstu ferð. Fyrsta bríksl í Norðurmakedónia verður klokkan 17.

Bárður á Reynatrøð fær møguleikan í málinum frá byrjan (Mynd: Sverri Egholm)

Bárður á Reynatrøð fær møguleikan í málinum frá byrjan (Mynd: Sverri Egholm)

2023-03-27 15:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Håkan Ericson segði á tíðindafundinum í gjár, at broytingar fóru at vera á føroyska liðnum - heilt upp til sjey. Nú er endaliga greitt, at soleiðis verður. 

Liðformaðurin Viljormur Davidsen, sentralu miðvallararnir Sølvi Vatnhamar og Jákup Biskopstø Andreasen, umframt René Shaki Joensen fáa afturval í byrjanaruppstillingini. Shaki spælir hesuferð sum høgri kantur ístaðin fyri høgri bakkur. 

Hinir sjey í dagsins byrjanaruppstilling byrjaðu á bonkinum í Moldova fríggjakvøldið. Teir skulu royna seg frá byrjan í dagsins venjingardysti. Fyri Víkinga-málverjan Bárð á Reynatrøð og Sligo Rovers-miðvallaran Stefan Radosavljevic er talan um fyrsta A-landsdystin frá byrjan.

[object Object]
Stefan Radosavljevic varð innskiftur í báðum venjingardystunum í november. Hann skoraði í tí seinna - í Kosovo (Mynd: Sverri Egholm)

Áhugavert er eisini, at Pætur Petersen verður einsamallur miðframherji. Orkuríki skálvíkingurin byrjaði eisini inni í venjingardysti í Kosovo í november. Tá skoraði Stefan Radosavljevic. Teir báðir  fóru í vetur uttanlands at royna seg - ávikavist Írlands og Íslands. Áðrenn spældu teir við HB. Hanus Sørensen og Ári Mohr Jónsson úr HB eru eisini nýggir á liðnum. 

Hesaferð manna royndu Heini Vatnsdal og Rógvi Baldvinsson miðverjuna í staðin fyri Odmar Færø og Gunnar Vatnhamar, sum spældu væl í Moldova.

Føroyar (4-5-1): Bárður á Reynatrøð - Hanus Sørensen, Heini Vatnsdal, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen - René Shaki Joensen, Sølvi Vatnhamar, Jákup Biskopstø Andreasen, Stefan Radosavljevic, Ári Mohr Jónsson - Pætur Petersen

[object Object]

Føroyar og Norðurmakedónia spæla klokkan 17 í Skopje. Kringvarpið stroymir dystin á kvf.fo her, og FM1 hevur beinleiðis frásøgn á fm1.fo.

Rættað: 16.21

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder