Annað

Sjey føroyskir svimjarar til NMU í Oslo

Kappast verður 29. og 30. juni.

(Mynd: Svimjisamband Føroya/Facebook)

(Mynd: Svimjisamband Føroya/Facebook)

2026-06-29 13:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein føroyskur hópur av svimjarum luttekur í hesum døgum í Norðurlandameistarakapping fyri ung (stytting NMU) í Oslo.

Kappast verður 29. og 30 juni, skrivar Svimjisamband Føroya.

Sjey svimjarar umboða Føroyar. Teir eru:

  • Sissal Rógvadóttir (2011), SuSvim
  • Jórun Winther (2011), SuSvim
  • Emma Debes (2010), SuSvim
  • Sirið Vesturtún (2010), FS
  • Tórir Olsen (2011), Ægir
  • Theodor Salter (2011), HS
  • Haraldur Mortensen (2011), SuSvim

Við á ferðini eru Malena Hansen, venjari og H. Rúni Gaardbo, ferðaleiðari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder