Fótbóltur

Sjeyndu ferð móti Malta

Londini leiktu tveir dystir í heyst. Søguliga eru Føroyar omaná, men munurin í dystunum hevur ikki verið stórur.

Sølvi Vatnhamar her í dysti móti Malta í november (Mynd: Sverri Egholm)

Sølvi Vatnhamar her í dysti móti Malta í november (Mynd: Sverri Egholm)

2019-03-21 20:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska A-landsliðið hjá monnum er við at leggja seinastu hond á fyrireikingingarnar til EM-undankappingardystin á Malta. Hetta er tann fyrsti í kappingini, og nú minni enn tvey samdøgur eru til dystin, økist spenningurin.

Føroyar hava ikki takið á nógvum londum kring heimin. Landið ið okkara A-landslið hjá monnum hevur flest sigrar á gjøgnum tíðina, er Liktinstein (5 dystir, 5 sigrar). Malta er næst á listanum: Tveir teprir sigrar í HM-undankapping í 90-árunum, ein í venjingardysti fyri 15 árum síðani og ein á Tórsvølli í september í Nations League. 

Í hópinum hjá Malta spæla allir leikararnir í heimligu kappingini til dagliga uttan ein. Zach Muscat spælir í triðbestu deildini í Portugal. Heilt stóra stjørnan er Micheal Mifsud. 37-ára gamli áleyparin hevur leikt 136 dystir á landsliðnum og skorað 41 mál; millum annað trý ímóti Føroyum - seinast á Tórsvølli í september.

Malta hevur ikki vunnið í undankappingardysti síðani í 2013 móti Armenia. Malta liggur nummar 182 á FIFA styrkislistanum - tað eru 85 pláss lægri enn Føroyar. Londini hava tó leikt tættar dystir í gjøgnum árini. Einastu ferð munurin var størri enn eitt mál var í 3-1 dystinum í Nations League í fjør.

Dystir millum Føroyar og Malta:

1997:
Malta - Føroyar 1-2
Føroyar -Malta 2-1

2004:
Føroyar - Malta 3-2

2013:
Malta - Føroyar 3-2

2018:
Føroyar - Malta 3-1
Malta - Føroyar 1-1

Tilsamans: 13-9 - Fýra føroyskir sigrar, ein javnleikur og ein sigur til Malta.

Frá venjingini hjá føroyska liðnum í morgun: 
Myndir: Venjing í føroyskum veðurlagi
- Nú kenna vit maltesiska liðið



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder