2026-08-13 18:07
Skála ÍF og Pauli Poulsen enda samstarvið. Hesum boðar felagið frá í kvøld.
- Pauli hevur í nógv ár verið ein stór drívmegi í felagnum og hevur við eldhuga og ídni lagt nógva tíð og orku í okkara besta manslið. Vit takka honum fyri hansara stóra íkast og ynskja honum alt tað besta frameftir, sigur felagið.
Skála ÍF hevur 14 stig aftaná 18 dystir í fremstu landskappingini og liggur til niðurflyting.
Enn er eingin nýggjur venjari settur. Skála ÍF boðar frá, at arbeitt verður við einari loysn fyri venjaratoymið.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald