
Flytingargluggin í Føroyum steingir í dag, og Skála hevur í dag gjørt sína fyrstu flyting í summar. Aksel Bjartalíð Danielsen kemur úr KÍ; talan er um ein leigusáttmála fyri restina av kappingarárinum.
Aksel er uppvaksin í KÍ, og hevur fyri tað mesta spælt vaksnamannafótbólt í 1. deild við næstbesta liðinum. Har hevur áleyparin spælt 70 dystir og skorað 39 mál - 9 av teimum í ár og tað er flest saman við Clayton Soares. Í fjórðingsfinaluni í steypakappingini kom Aksel inn í Gundadali og sendi dystin í longda leiktíð, har KÍ vann 4-3. Fyriuttan hetta hevur hann bert spælt 14 minuttir fyri besta liðið í ár.
Fyri einum ári síðani varð Aksel B. Danielsen leigaður út til EB/Streym, har hann skoraði eitt mál í seks dystum í Betrideildini. Hann misti seinasta partin av kappingárinum orskað av einum knæskaða, ið eisini helt klaksvíkinginum úti størsta partin av uppstarinum í vetur.
Skála liggur í løtuni á 6. plássið í Betrideildini við 18 stigum. Aksel kemur at styrkja álopspartin hjá teimum álopsinlittu. Søren B. Nielsen spældi bert tveir teir fyrstu dystirnar í ár; síðani hevur danin verið skaddur, og einki røkist fyri at hann verður til reiðar skjótt. Á Skála verður Aksel liðfelagið við beiggja sín Niels Paula Danielsen. Nýggi leikarin venur á Skála fyri fyrstu ferð í kvøld.
Tøl: Faroe Soccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald