Fótbóltur

Skála lyfti seg í botnstríðnum

Við 4-1 sigri á 07 Vestur er Skála nú á sjeynda plássi í Betri deildini hjá monnum. Hetta var fyrsti sigur síðani 1. juni hjá Skála.

Ragnar Skála, sum við einum uppleggi og einum máli í dag, var við til at tryggja Skála sigurin í dag, her avmyndaður við Jóannesi A. Prestá, formanni í Skála. (Mynd: Skála ÍF)

Ragnar Skála, sum við einum uppleggi og einum máli í dag, var við til at tryggja Skála sigurin í dag, her avmyndaður við Jóannesi A. Prestá, formanni í Skála. (Mynd: Skála ÍF)

2024-09-14 20:55 Author image
Áron Vest
placeholder

Dómarin, Árni Brandsson Petersen, hevur fyri løtu síðani bríkslað fyri seinastu ferð í dystinum millum Skála og 07 Vestur. Vágamenn máttu tómhentur til hús, og heimaliðið fekk lyft seg, við tiltrongdum sigri, eitt lítið vet í botnstríðnum.

Tá longu eitt korter var spælt, fekk Ragnar Skála snýtt seg innum 07 Vestur verjuni í høgru síðu. Við fløtum innleggi og kvikari hugsan fekk Ragnar spælt Maxwell Effiom frían, ið var staddur inni í fimm-metrinum. Snilt og einfalt fekk Maxwell prikað bóltin í netið.

Tað skuldi bara ganga fimm minuttir aftaná 1-0 málið, so peikaði dómarin á brotssparksblettin. Ragnar Skála verður feldur og dómarin ivaðist ikki. Trygt setti Karl Martin Johansen bóltin í netið.

Sjey minuttir inni í seinna hálvleiki fekk Ragnar Skála enn einaferð ein týðandi leiklut. Við skoti úr 25 málum fekk hann lumpað Sebastian John í 07 Vestur málinum, tá hann lirkaði bóltin upp í handara málhorn.

Nú gjørdist brekkan brøtt hjá vágamonnum. Við innlegsroynd frá Amer Ordagic inni í brotsteigarmarkinum hjá Skála, fekk Markus Hellisdal hond á bóltin og maðurin við floytuni peikar enn einaferð á brotssparksblettin. Filip Brattbakk var eirindaleysur og smekkaði bóltin í netið.

Í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat, fekk Atli Djurhuus Petersen stolið bóltin frá 07 Vestur. Við høgari ferð, rennandi niðan gjøgnum vinstru síðu, fekk hann spælt Maxwell Effiom frían. Púra fríur móti málinum fekk Maxwell snýtt málverjan í 07 Vestur málinum. Við tryggum skoti setti hann bóltin í netið.

Tað, sum er serstakt, er, at Maxwell Effiom, sum fekk hatrikk móti ÍF og tvey mál í dagsins dysti móti 07 Vestur, er útleigaður til Skála úr júst 07 Vesturi. 

Til dystin í kvøld hevði Sonni Ragnar Nattestad í 07 Vestur leikbann.

Kappingarneytarnir hjá Skála í botnstríðnum, EB/Streymur og B68, spæla móti ávikavist ÍF og Víkingi ímorgin. 

Skála ÍF - 07 Vestur 4-1
Á Mýruhjalla 14.09
Maxwell Effiom 15' 1-0
Karl Martin Johansen 21' br. 2-0
Ragnar Skála 52' 3-0
Filip Brattbakk 63' br. 3-1
Maxwell Effiom 90+2 4-1

Dystirnir í Betri deildini hjá monnum í morgin eru hesir:

EB/Streymur - ÍF, kl. 15:00. 
B36 - NSÍ, kl. 15:00
KÍ - HB, kl. 15:00
B68 - Víkingur, kl. 17:00


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder