NSÍ er á gáttini til bert annað føroyameistaraheiti í fremstu mansdeildini.
Undan kappingarbyrjan varð liðið í Runavík mett sum fyrsti avbjóðari hjá KÍ av teimum flestu, men tvørandi vinnararoyndir í fremstu røð í Føroyum vórðu nevndar sum ein møguleikur vansi. Hetta hevur tó ikki víst seg at vera ein stórur trupulleiki, tí NSÍ hevur vunnið eina rúgvu av tøttum dystum og ikki tapt oddadystirnar.
Sí eisini: NSÍ kann gerast føroyameistari sunnudagin - størri støðufesti og tættir sigrar
NSÍ vann FM í 2007 og steypakappingina í 2017. Í tíðini núverandi spælarar hava havt aldur til vaksnamannafótbólt hevur liðið við Løkin fleiri onnur ár bjóða av og vunnið síni heiðursmerki - men ikki vunnið nógv gull.
Í núverandi NSÍ-hópi eru bert tveir spælarar, sum áður hava vunnið føroyameistaraheitið í vaksnamannafótbólti.
Klæmint Andrasson Olsen var 16-ára gamal, tá hann fyrstu ferð kom á vøllin í fremstu deildini - 20. mai 2007 á Skála. Sama summar fylti áleyparin úr Rituvík 17 ár, og sambært FaroeSoccer kom Klæmint inn fimm ferðir í FM-árinum 2007 og spældi samanlagt 70 minuttir fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum tá.
Sum bolt.fo hevur víst á, er Klæmint A. Olsen tann einasti núverandi NSÍ-spælarin, sum hevur vunnið FM í vaksnamannadeildini við felagnum áður. 36-ára gamli áleyparin hevur ikki havt stóran leiklut í ár (trý mál í 873 minuttum) men er metmálskjútti í føroyskum mansfótbólti.
![]()
Klæmint Andrasson Olsen hevur havt nógv kappingarár við yvir 20 málum - eftir øllum at døma kann hann aftur lyfta steyp við NSÍ í hesum mánaðinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hjálparvenjarin Pól Thorsteinsson vann nógv FM-heiti sum spælari. Eitt teirra var júst við NSÍ í 2007.
Í hópinum eru fleiri spælarar, sum hava vunnið føroyameistaraheiti í ungdómsdeildini og Løgmanssteypið - millum annað við NSÍ í 2017. Men fyriuttan Klæmint Olsen, er bert ein annar, ið eigur FM-gull frá Meistaradeildini:
Kristian Joensen hevur tvey slík. Bæði við KÍ
Málverjin av Glyvrum var ársins málverji í 2019, tá KÍ vann fyrsta FM-heitið á manssíðuni í 20 ár. Í 2021 var Kristian Joensen í stóran mun eykamálverji í Klaksvík.
Nú 34-ára gamli málverjin byrjaði 2026 sum fyrsta val og spældi fyrsti seks dystirnar. Men síðani varð Kristian Joensen raktur av skaða í rygginum. Seinastu umførini hevur hann sitið á bonkinum - sviin Tom Amos hevur staðið væl, síðani hann tók við millum stengurnar.
![]()
![]()
Kristian Joensen var í KÍ í seks ár og vann nøkur gullheiðursmerki. Nú er eitt við barndómsfelagnum á breddanum (Myndir: Sverri Egholm)
Sunnudagin klokkan 17 kunnu nógvir nýggir FM-vinnarar í vaksnamannadeildini vera. NSÍ tekur ímóti HB - eitt stig ella stigamissur hjá KÍ móti B36 tryggjar fyrsta FM-heitið í 19 ár
FM1 sigur frá dystinum. Í dag klokkan 17.15 verður millum annað NSÍ á breddanum í Fótbóltsskýlinum:
Fótbóltsskýlið: FM-dámur og niðurflytingardámur lið um lið
Tøl: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald