Fótbóltur

Skála sett høvuðsvenjara

Michael Bjørn Nielsen er settur sum høvuðsvenjari hjá uppflytarunum.

(Mynd: B1909)

(Mynd: B1909)

2022-01-12 13:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein dani afturat er settur sum venjari í bestu føroysku deildini. Skála boðar í dag frá, at tað verður Michael Bjørn Nielsen, sum fer at taka sær av besta mansliðnum hjá felagnum, sum er flutt upp aftur í Betri deildina.

Michael er 48 ára gamal, og kemur úr starvi sum høvuðsvenjari hjá B 1909, ið spælir í Danmarksseriuni. Hann hevur A-venjara prógv, og drúgvar royndir sum venjari. 

Talan er um fulltíðarstarv, og í fyrstu atløgu flytir familjan ikki við til Føroya.

Ætlandi kemur Michael til Føroyar um mánaðarskifti, og tekur við starvinum 1. februar. 

Erland Tvørfoss er settur sum hjálparvenjari hjá Skála.

Í gjár boðaði HB frá, at Kim Engstrøm verður høvuðsvenjari hjá HB. Síðani 2016 hevur Kim verið venjari hjá U19-liðnum hjá OB, sum hann vann danska meistaraheitið við í 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder