Fótbóltur

Skála var sannførandi í sínari afturvendan

2-0 eftir eitt korter móti EB/Streymi, ið hevði eitt marrukvøld við stórum mistøkum Undir Mýruhjalla, og tað endaði 3-0. Jan Ingason Hansen skoraði tvær ferðir og nýggi maðurin Ragnar Skála sló til beinanvegin.

Skálamaðurin Jan Ingason Hansen var tvífaldur málskjútti á Skála, tá hann kaldliga revsaði mistøkunum hjá EB/Streymi. Her í nærdysti við millum annað Ragnar Skála, sum nú spælir í appelsinlittum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Skálamaðurin Jan Ingason Hansen var tvífaldur málskjútti á Skála, tá hann kaldliga revsaði mistøkunum hjá EB/Streymi. Her í nærdysti við millum annað Ragnar Skála, sum nú spælir í appelsinlittum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-10 21:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder


[object Object]Samstarv við dystir.fo - í fleiri smálutum HER

Skála er aftur í Betrideildini eftir stuttan steðg í 1. deild, og teir appelsinlittu ætla sær avgjørt ikki niður aftur. Hetta varð staðfest, tá liðið hjá Paula Poulsen vann trygt á EB/Streymi í góðveðri og frammanfyri rímiliga stórari áskoðarafjøld Undir Mýruhjalla í kvøld.

Bert tveir minuttir vóru farnir, tá misskiljing var millum málverjan Jóannes Davidsen og ein EB/Streyma-verjuspælara. Ragnar Skála smoygdi sær ímillum við bóltinum, og nýggi miðvallarin, ið er komin av Argjum, kundi lættliga leggja Skála á odda 1-0.

Ein annar nýggur Skála-miðvallari, danin Nicolai Dohn, stóð eisini sterkur í myndini, og sum heild var talan um gott liðavrik hjá heimaliðnum. Hinvegin helt marrubyrjanin hjá EB/Streymi fram, tá miðverjin Mikkjal Hellisá gjørdi brotsspark. Armurin var á bóltinum, og Jan Ingason Hansen umsetti til mál. 16 minuttir og 2-0.

[object Object]
Jan Ingason Hansen varð tvífaldur málskjútti í fyrsta dystinum hjá Skála aftur í Betrideildini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

26-ára gamli skálamaðurin gjørdist tvífaldur málskjútti miðskeiðis í 2. hálvleiki. Hetta var eisini eftir stórt mistak hjá útiliðnum: Jóannes Davidsen royndi at spæla út til ein av sínum miðvallaraum, men bólturin endaði hjá Jan, ið var púra kaldur og sendi bóltin í tóma málið úr smáum 30 metrum.

Tá spældi EB/Streymur við tíggju monnum. Mikkjal Hellisá, ið var liðformaður ístaðin fyri leikbannaða Andras Olsen, fekk beinleiðis reytt kort fyri neyðbremsu beinanvegin í 2. hálvleiki. Mótbrekkan gjørdist harvið tyngri, og lítið bit var í hjá EB/Streymi restina av dystinum, og tapið kundi verið størri. Skála spældi seg til fleiri vandamiklar støður og hevði fult tamarhald á.

Útiliðið hevði annars havt nakrar støður fyri steðgin. Liðið er framvegis uttan Boubacar Dabo (loyvir) og skal spælast heilt saman - nógvir ungir mans eru, og eisini fleiri nýggir. Lyklauppgerð er á heimavøll móti B68 um eina viku. Skála tekur tey trý stigini við yvirum fjørð til spennandi grannaupgerð móti NSÍ leygarkvøldið

[object Object]

Samstarv við dystir.fo - í fleiri smálutum HER

Hinir dystirnir í 1. umfari
Í dag, sunnudagur 10. mars
KÍ - ÍF 6-0 (3-0)
B68 - B36 0-3 (0-2)
HB - NSÍ 3-2 (2-0)

Í gjár, leygardagin 9. mars
07 Vestur - Víkingur 0-2 (0-1)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder