Hondbóltur

Skeggið hjá Mladen fór av longu í skiftingarrúminum

Dugnaligi málverjin hevur eisini gjørt mun sum málverjumennari og venjari hjá U21. Áðrenn Mladen Mjerimacka fekk HM-bronsu um hálsin skuldi eyðkenda skegg hansara av - tað hevði hann lovað spælaranum, um tað eydnaðist at vinna metal. Sí nakrar myndir.

Rakimaskinan var við í Arena Katowice sunnudagin, og Eyðbjørn Heini Danielsen avgreiddi uppgávuna sum

Rakimaskinan var við í Arena Katowice sunnudagin, og Eyðbjørn Heini Danielsen avgreiddi uppgávuna sum "hárskeri" skjótt og væl í skiftingarrúminum...(Mynd: IHF/Kolektiff)

2025-07-01 17:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Nú síggi eg út, sum eg gjørdi, tá eg kom til Føroyar fyri tólv árum síðani.

Soleiðis helt serbin, sum hevur havt sín heimstað í Føroyum so at siga síðani 2013, skemtiliga fyri stutt eftir søguligu løtuna í Póllandi sunnudagin.

Á kyndil.fo ber til at síggjaMladen sá út fyrstu løturnar í Føroyum

Mladen Mjerimacka er kendur fyri sítt góða málverjupsæl. Hann er fleiri ferðir kosin ársins málverji í Føroyum. 

So er hann eisini eyðkendur fyri sítt nógva skegg. Tað var tó ein greið avtala millum U21-spælarar og málverjuvenjara undan endaspælinum: Endaðu Føroyar við HM-heiðursmerki, so skuldi skeggið av.

Fór av í skiftingarrúminum - myndir

Tað reyk eisini beinanvegin: Rakimaskinan var við í Arena Katowice til bronsudystin móti Svøríki.

Eftir seinasta bríksl sást Mladen í ovfarakæti saman við spælaranum - við sínum stóra skeggi.

[object Object]
Her hond í hond við Torstein Sivertsen, annan av málverjunum meðan teir fegnast saman við áskoðarunum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]

[object Object]
Og her saman við dagsins spælara í bronsusigrinum, Aleksandar Sasha Lacok. Teir báðir kennast heilt væl 

[object Object]Spælararnir vistu, hvat sigur teirra á Svøríki millum annað innibar...her arga Óli Mittún og Rókur Ziskason eitt sindur nakað eftir, at hallarurið hevði ljóðað (Myndir: Kolektiff/IHF)

Sí eisini: Pápi Sasha: - Vit vita næstan ikki hvussu stórt hetta er

Tá spælarar og venjaratoymið komu út aftur úr skiftingarrúminum - at heilsa uppá og seinni fáa heiðursmerki, sá Mladen heldur øðrvísi út. Eyðbjørn Heini Danielsen og hann hava spælt saman í VÍF, og Eyðbjørn syrgdi fyri, at avtalan varð hildin:

[object Object]

[object Object]
Eyðbjørn avgreiddi uppgávuna sum "hárskeri" skjótt og væl í skiftingarrúminum...(Mynd: IHF/Kolektiff)

Sí eisini: Eyðbjørn slapp loksins at spæla í einum HM-endaspæli

Úrslitið var týðiligt:

[object Object]
Mladen saman við unnustuni eftir dystin - nú bert við stubbum

[object Object]Her síggjast Durita Rouch, Mladen Mjerimacka og Hjalti Mohr Jacobsen í ovfarakæti til heiðursmerkjahandanina (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Hátíðarliga og søguliga heiðursmerkjahandanin (Myndir)

Mladen hevur gjørt mun

Í fjør varð Mladen settur sum parttíðar málverjumennari hjá Hondbóltssambandinum. Umframt at spæla sjálvur, nýtir Mladen harvið tíð uppá at arbeiða við føroyskum spælarum. Hetta skal hann eisini gera á staðnum í Klaksvík, tá 36-ára gamli serbin skal spæla við Team Klaksvík eftir summarstegðin.

Sí eisini: Mladen flytir til Klaksvíkar

Hann hevur í árunum í Vestmanna arbeitt nógv saman við Sasha Lacok, sum undir U21 HM spældi seg heitari og heitari. A-landsliðsspælarin varð dagsins maður í bronsudystinum og móti Slovenia í fjórðingsfinalusigrinum.

Umframt góða og nærlagda arbeiðið við føroysku málverjunum hugdi málverjuvenjarin nógv eftir málmonnunum hjá liðunum, sum Føroyar skuldi spæla ímóti. Hetta var fyri at fyrireika føroysku spælararnr so væl sum gjørligt til, hvar og hvussu man helst skuldi bera seg at í skotstøðum.

Hetta kom kanska serliga vongspælarunum til gagns í kappingini.

Mladen Mjerimacka er ikki á Vaglinum nú, har føroysku spælararnir og toymið verða heiðraði fyri søguligu bronsuna. Hann er í Serbia, har hann millum annað hevur verið í sjónvarpsinnslagi við pápanum, sum eisini eigur eitt HM-heiðursmerki; sum spælari fyri Jugoslavia.

Hesar eru HM-hetjurnar
Torstein Sivertsen, H71
Aleksandar Lacok, TSV St. Otmar St. Gallen (SUI)
Sofus í Selvindi Nattestad, StÍF
Rói Seyer Hjaltason, H71
Niklas Gaard, Kyndil
Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF
Tóki Friðriksson, KÍF
Eyðbjørn Heini Danielsen, VÍF
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)
Óli Mittún, GOG (DEN)
Høgni Heinason, H71
Høgni Højsted, H71
Rókur Ziskason, H71
Búi Djurhuus Poulsen, Grindsted GIF (DEN)
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Tróndur Johnsson, VÍF

Føroyska venjara- og hjálparatoymið: 
Høvuðsvenjarar: Djóni Gaard Joensen og Hjalti Mohr Jacobsen
Málverjuvenjari: Mladen Mjerimacka
Fysioterapeut: Durita Rouch
Liðleiðari: Høgni Vilhelmsen
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder