Í sambandi við, at føroyska kvinnulandsliðið hevur tryggjað sær pláss í EM-endaspælinum í Póllandi, verður skipað fyri hondbóltsferð til Katowice í desember.
Tað er Eventz Føroyar, sum skipar fyri túrinum, har flogið verður beinleiðis til Póllands.
Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla móti Ukraina (5. desember), Fraklandi (7. desember), og Póllandi (9. desember).
– Vit eru sera fegin um, at føroysku kvinnurnar hava rokkið hesum stóra avriki at koma til eitt EM-endaspæl – og vit eru errin av at kunna vera við á ferðini. Hetta er ein serstøk løta í føroyskum hondbólti, og vit vilja geva øllum møguleika at uppliva hana á staðnum, skrivar Eventz Føroyar.
Ferðin er 3.-10. desember. Atgongumerkini koma til sølu í dag klokkan 10.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald