Annað

Skúlaleikir tryggjaðir til og við 2027

Betri hevur síðani byrjan verið høvuðsstuðul hjá Skúlaleikum, og nú er stuðulin longur við trimum árum. Harumframt hevur ÍSF fingið stuðul frá Nordeagrunninum, sum eisini sær stóra virðið í Skúlaleikum. Sostatt eru leikirnir tryggjaðir fleiri ár fram.

2024-05-27 07:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Teir eru ein sólskinssøga. Skúlaleikir, sum seinastu trý árini hava savnað skúlar og flokkar kring landið.

- Skúlaleikir geva so nógv. Vit fáa rørslu inn í miðdeildina í skúlanum, vit eggja ítróttalærarum til, samstundis sum tað eisini er sosialt, stuttligt – og eitt sindur av kapping. Hevur tú verið til eina slíka stevnu, ivast tú ikki longur í, hvat rørslugleði er, sigur Elin H. Joensen forseti í ÍSF, sum er stigtakari til Skúlaleikir.

Skúlaleikir trý ár fram
Undirtøkan fyri Skúlaleikum er óalmindiliga góð. Nærum 2000 næmingar vóru við í ár. Tað eru umleið 90% av næmingunum í 4., 5. og 6. flokkunum í Føroyum. Afturmeldingarnar eru góðar. 74% av ítróttalærararnir siga, at tey við Skúlaleikum hava upplivað eina økta motivatión millum næmingarnar. Og omanfyri 90% av lærarunum siga seg vilja vera við aftur komandi ár.

Eisini næmingarnir taka sera væl ímóti Skúlaleikum. Tað merkist á góða lagnum, tá ið stevnurnar eru, at ítróttagleði og samanhald eru í miðdeplinum.

Eisini ítróttagreinarnar, sum eru við og leggja lag á leikirnar, lata væl at. Og fleiri ítróttagreinar ynskja at vera við frameftir.

[object Object]

- Betri hevur síðani byrjan verið høvuðsstuðul, og vit eru so sera fegin um, at Betri hevur játtað at stuðla at stuða komandi trý árini afturat. Við Betri og Nordeagrunninnum eru Skúlaleikir tryggjaðir fleiri ár fram, sigur Katrin Dam á Neystabø, sum samskipar leikirnar.

Hetta kemur væl við, tí hjá ÍSF arbeiða tey við at menna leikirnar. Ætlanin er m.a. eisini at skipa ein stóran rørsludag fyri hádeildir, har allir næmingar frá sama árgangi hittast, og har enn fleiri ítróttagreinar eru við.

- Men einki hevði borið til uttan góðar stuðlar og samstarvspartnarar. Nú verða tað Betri og Nordeagrunnurin, sum bera leikirnar fíggjarliga, og vit í ÍSF vóna at halda fram við góða samstarvinum við Barna- og Útbúgvingarmálaráðið, Kommunufelagið, Fólkaheilsustýrið og Setrið. Vit eru longu byrja at gleða okkum til minst tríggjar Skúlaleikir frameftir, staðfestir Elin H. Joensen, forseti í ÍSF.

Nordeagrunnurin hevur valt at stuðla Skúlaleikum við íalt 2,3 milliónum næstu trý árini. Nordeagrunnurin stuðlar m.a. verkætlanum og virksemi, sum styrkja lokala trivnaðin í Føroyum. Betri er framvegis høvuðsstuðul.

Skúlaleikir snúgva seg um at kveikja til rørslu í felagskapi. Meira kann lesast um Skúlaleikir á www.skulaleikir.fo. Tilmeldingin til komandi skúlaár letur upp tann 1. juni 2024.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder