placeholder
Hondbóltur

Skulu royna at minka um munin

Ósigurin í Kiel mikukvøldið var við átta málum, og hetta ger, at eitt HM-atgongumerki er ógvuliga ósannlíkt. Tó hevur dysturin í Høllini á Hálsi, ið verður fullsett í kvøld, nógv at siga. Fyrsta bríksl verður klokkan 19.

Føroyingar stríddust væl í Kiel mikukvøldið, men vóru ikki nóg neyvir (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyingar stríddust væl í Kiel mikukvøldið, men vóru ikki nóg neyvir (Mynd: Sverri Egholm)

2022-04-16 15:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyingar vóru ónøgdir við, at munurin varð so stórur. Týski málverjin Andreas Wolff, ið stóð ein sera góðan dyst, segði í samrøðu við Portalin, at hann ikki var  heilt álvuligur við, at tað "bara" bleiv talan um sigur á átta mál, tí føroyingar spældu so væl og skjótt í løtum, at teir ikki vóru heilt til at steðga.

Sí eisini: 
Manglandi neyvleiki kostaði føroyingum dýrt
Kjartan Johansen: Bitturt at tapa við átta málum - skulu fáa góða byrjan leygardagin
Tróndur Mikkelsen: - Vit vilja hava meira

Í Týsklandi varð roknað við stórsigri undan dystinummikukvøldi, men tað bleiv nakað av baksi. Fyri føroyingar snýr tað seg serliga um at gagnýta stóru møguleikarnar betri og at binda betri fyri í verjupartinum í kvøldfyri at koma nærri á máltalvuni.

Tað verður fullsett í Høllini á Hálsi, og umleið 1.700 føroyingar kunnu vera við til at leggja eitt ávíst trýst á. Liðið hjá Peter Bredsdorff-Larsen skal royna at geva áskoðarunum eina góða uppliving, og eitt gott úrslit móti einari so stórari hondbóltstjóð sum Týsklandi hevði merkt nógv.

Júst hvat tað hevði verið er heldur ilt at siga, men at bjóða týskarunum av á degnum er umráðandi. 

Teis Horn Rasmussen er heldur ikki klárur til hendan dystin. Pætur Mikkjalsson avloysir skadda leikaran. Dómaraseðilin kann síggjast á trok.fo.

Fyrsta bríksl verður klokkan 19.00. Vit verða til staðar, og hava myndir, samandrátt, tøl o.a frá dystinum. Aftaná verða samrøður gjørdar. FM1 hevur beinleiðis frásøgn, og Kringvarpið vísur dystin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder