Oyggjaleikir 2023

Skutu seg eisini til bronsu í trap

Tað bleiv til bronsu í liðskjóting í bæði skeet og trap í dag.

Frá vinstru Jóhann Fløtt, Tórur Fløtt, Finn Ludvig og Jón Hjørleifsson Jacobsen (Mynd: Skjótisamband Føroyar)

Frá vinstru Jóhann Fløtt, Tórur Fløtt, Finn Ludvig og Jón Hjørleifsson Jacobsen (Mynd: Skjótisamband Føroyar)

2023-07-09 22:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrr í dag skutu brøðurnir Jóhan og Tórur Fløtt seg til bronsu í skeet skjóting fyri lið.

Nakrar tímar seinni kom aftur eitt par av bronsuheiðursmerkjum á føroyskar herðar, tá Jón Hjørleifsson Jacobsen og Finn Ludvig skutu seg til bronsu í hinari leirdúgvugreinini, trap.

Manbúgvarnir Mark Riley og Robert Watterson vunnu gull, meðan Nicholas Dewe og Stefan Roberts av pinkuoynni Sark skamt frá Guernsey vunnu silvur. Hesi pørini skutu ávikavist 164 og 163 dúgvur. Síðan vóru trý pør við 162 dúgvum, og havrið øll fingu bronsu, nevniliga Menorca, Guernsey og so Jón og Finn úr Føroyum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder