Annað

Sluppu at royna golf simulatorarnar

Simgolf Føroyar hevði í dag opið hús og høvi var hjá fólki at royna golf simulatorarnar í Akranesgøtu.

2025-08-31 19:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Simgolf Føroyar letur upp í morgin 1. september og í tí sambandi varð bjóðað til opið hús  í dag, har møguleiki var at royna simulatorarnar.

Og tað vóru nógv sum tóku av møguleikanum at royna innandura golf í dag.

Fólk frá Tórshavnar Golffelag hjálptu fólki og møguleiki var eisini hjá børnum at royna seg.

Simgolf Føroyar heldur til í Akranesgøtu 5.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder