placeholder
Annað

So fer NFL í gongd aftur

Í nátt verður fyrsti dysturin leiktur. Super Bowl-meistararnir taka ímóti Bills, ið er ein av favorittunum í ár. Tað eru ymiskir møguleikar at fylgja við stóru kappingini, har endaspælið byrjar í januar.

Matthew Stafford, Aaron Donald og hinir hjá Rams kundu fegnast í februar, tá Lombardi-steypið kom í hús við heimasigri á Bengals. Í nátt byrjar royndin at endurtaka av álvara

Matthew Stafford, Aaron Donald og hinir hjá Rams kundu fegnast í februar, tá Lombardi-steypið kom í hús við heimasigri á Bengals. Í nátt byrjar royndin at endurtaka av álvara

2022-09-08 18:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kappingin er í gongd frá tíðliga í september til fyrst í februar, tá endað verður við einum braki - Super Bowl.

Síðani Los Angeles Rams vann Super Bowl nummar 56 í røðini er nógv hent í NFL: Leikaraflytingar, stórir sáttmálir, nýggir spennandi leikarar eru komnir í deildina, nýggir venjarar eru byrjaðir í størvum sínum og høvuðsstaðarliðið hevur fingið nýtt "eftirnavn", og eitur nú Washington Commanders. 

Hetta kappingarárið byrjar, har tað síðsta endaði: Í Inglewood, Kalifornia (beint uttanfyri Los Angeles) á seks-ára gamla SoFi-leikvøllinum, ið kostaði millum fimm og seks milliardir dollarar at gera.

Tað eru Rams, sum á heimavølli byrja sína verju av meistarheitinum, og tað er móti einum av favorittunum í ár: Buffalo Bills. Við Josh Allen sum quarterbakki, einum dugnaligum venjara, góðum álopsvápnum og einari støðugari verju hevur liðið ment seg síðstu árini og sær styrknað ú í ár: Millum annað við roynda Von Miller, ið vann Super Bowl við Rams í fjør, sum hevur verið ein av bestu verjuleikarunum í NFL seinastu árini og sum nú hevur skrivað undir ein stóran sáttmála við Bills.

Stafford, Kupp, Donald og hinir hjá Rams eru aftur roknaðir millum favorittarnar, og lagt er upp til eitt brak í nátt.

Dysturin kann síggjast á TV2. Tað er TV2, sum nú aftur hevur rættindini til at vísa í Danmark. Sjey dystir um vikuna kunnu síggjast á kanalunum hjá TV2 (TV Sport millum annað eisini) og eisini á TV2 Play, har vælumtókta RedZone eisini verður hvørt sunnukvøld fram til januar. Har kunnu øll touchdowns og aðrar støður síggjast - tá millum annað Tom Brady, ið framvegis er við, Patrick Mahomes, Aaron Rodgers, Davante Adams, Tyreek Hill, Derrick Henry  og aðrir gera vart við seg. Til ber eisini at síggja alt hetta við NFL Game Pass.

Tað eru 32 lið í deildini. 14 av teimum - sjey úr hvørjari "Conference" sleppa í endaspælið, sum byrjar í januar. 17 umfør skulu leikast í 2022.

Til ber at fylgja við "NFL á føroyskum" við at lurta eftir "NFL Føroyar Poddvarp", ið kemur út einaferð um vikuna, á Radio.fo, Spotify og Apple+

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder