
Katowice, Pólland (Portalurin): Tað er stórur spenningur, nú Føroyar skulu spæla fyrra dystin í U21 HM-meginumfarinum.
Les meira: Fara eftir at gera fjórðingsfinaludreymin til veruleika móti Fraklandi
Hann er móti Fraklandi, og byrjar dysturin klokkan 17.30 føroyska tíð. Um Føroyar vinna, so er tað næsta 100 prosent vist, at liðið skal spæla HM-fjórðingsfinalu seinni í vikuni.
Portalurin hevur, eins og til hinar dystirnar í HM-endaspælinum, beinleiðis blogg á staðnum. Vit lata upp fyri honum ein tíma áðrenn: Klokkan 16.30.
Dysturin kann eisini stroymast. Leinkja verður løgd út saman við blogginum, umframt einsæris hálvan ríma fyri dystarbyrjan. Hon er annars á finna á "IHF Competitions" á Youtube.
Sí eisini: Føroyar víðari fyri triðju ferð av trimum U21 HM-bólkaspølum
--------------------------------------------
Bólkur III í U21 HM-meginumfarinum
1. Føroyar 2 stig (+7)
2. Danmark 2 stig (+4)
3. Frakland 0 stig (-4)
4. Rumenia 0 stig (-7)
Skráin í bólki III
Í dag, mánadagin 23. juni, Arena Katowice
15.15: Danmark - Rumenia
17.30: Føroyar - Frakland
Týsdagin 24. juni, Arena Katowice
15.15: Føroyar - Danmark
17.30: Frakland - Rumenia
Tvey lið koma víðari til HM-fjórðingsfinalurnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald