Hondbóltur

Soleiðis spæla Føroyar seg til HM-endaspælið

Føroysku hondbóltsmenninir komu beint inn í play-off umfarið og spæla móti Bosnia hóskvøldið og aftur leygarkvøldið. Samanlagdi vinnarin skal til HM í Týsklandi í januar 2027.

Av tí at Føroyar hava staðið seg so mikið væl í EM-høpi, so kom liðið í bestu gjørligu støðuna í hesari evropeisku undankappingini til HM 2027. Í morgin og leygardagin skal liðið royna at tryggja sær søguligt HM-pláss (Mynd: Sverri Egholm)

Av tí at Føroyar hava staðið seg so mikið væl í EM-høpi, so kom liðið í bestu gjørligu støðuna í hesari evropeisku undankappingini til HM 2027. Í morgin og leygardagin skal liðið royna at tryggja sær søguligt HM-pláss (Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-13 11:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tuzla, Bosnia (Portalurin): Í hondbólti er ikki altíð so lætt at skilja ímillum kappingarnar; serliga tí so tætt er ímillum endaspølini. Umframt tað er skipanin so, at teir vetrarnir kvinnurnar spæla EM-endaspæl, spæla menninir HM-endaspæl - og umvent.

Í ár hava føroysku kvinnurnar tryggjað sær pláss í EM-endaspælinum næsta vetur: Føroyar skulu spæla EM í Katowice í desember. Tær hava fyrr spælt seg til HM, og tað er HM-pláss, sum manslandsliðið nú spælir fyri.

Av tí at Føroyar hava staðið seg so mikið væl í EM-høpi, so kom liðið í bestu gjørligu støðuna í hesari evropeisku undankappingini til HM 2027.

Føroyar sleppa undan fyrsta og annað umfarið í undankappingini, sum eru fyri lið, ið ikki vóru til EM-endaspælið í januar/sum endaðu niðast í sínum bólkum tá. Føroysku menninir vórðu styrkismettir til 3. og seinasta umfar (play-off), og trektu Bosnia-Hersegovina.

Hetta var eitt av bestu lutakastunum á pappírinum, men tað kann tó gerast ein tung uppgáva - serliga í útidystinum í morgin og serliga tí Føroyar eru uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu og Ísak Vedelsbøl, umframt langtíðarskadda Aleksandar Sasha Lacok. 

Sí eisini: Helgi Hildarson Hoydal: Nú skulu nógvir taka ábyrgd - tíðin er búgvin hjá okkum at koma til HM

Setningurin er greiður: Føroyar og Bosnia spæla tveir dystir, har bert tvey samdøgur eru ímillum dystarbyrjan í Tuzla og við Tjarnir. Liðið sum skorar flest mál yvir teir báðar dystirnar - tað vil siga vinnur samanlagt - kemur víðari til HM-endaspælið.

Fyrri røkkstøkkdysturin:
Hósdagin 14. mai, Tuzla (Bosnia)
19.00: Bosnia-Hersegovina - Føroyar

Seinni røkkstøkkdysturin:
Leygardagin 16. mai, við Tjarnir
19.00: Føroyar - Bosnia-Hersegovina

Samanlagdi vinnarin hesa vikuna kemur víðari til HM-endaspælið, sum verður í Týsklandi í januar 2027. 

FM1 er á staðnum í Bosnia og sigur frá dystinum í morgin. Beinleiðis sending úr Tuzla verður eisini klokkan 11 í dag og í morgin.

Lurta her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder