Fótbóltur

Soleiðis verður leikt í hálvfinalunum hjá kvinnum

Tað verða EBS/Skála og HB sum bresta saman í aðrari hálvfinaluni meðan KÍ og NSÍ skulu spæla um hitt finaluplássið.

EBS/Skála vann ímóti oddaliðnum KÍ leygardagin, men í hálvfinaluni er tað HB, sum felagsliðið skal knógva (Mynd: Sverri Egholm)

EBS/Skála vann ímóti oddaliðnum KÍ leygardagin, men í hálvfinaluni er tað HB, sum felagsliðið skal knógva (Mynd: Sverri Egholm)

2022-06-20 20:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú er greitt hvussu spælt verður í hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum í fótbólti.

Lutakast var í sendingini 3-2 í kvøld, og úrslitið var, at EBS/Skála og HB dystast um finalupláss meðan KÍ og NSÍ bresta saman um hitt plássið.

Fyrru hálvfinalurnar verða eftir ætlan leiktar 10. august og tær seinnu 15. september. Finalan í steypakappingini hjá kvinnum verður leikt 1. september.

Lutakastið fall eisini soleiðis, at vinnarin av EBS/Skála-HB hevur heimavøll í finaluni.

Fyrru hálvfinalurnar 10. august
EBS/Skála - HB
KÍ - NSÍ

Seinnu hálvfinalurnar 15. september
HB - EBS/Skála
NSÍ - KÍ

Sí eisini: Myndir: EBS/Skála knógvaði KÍ

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder