Føroyski málskjúttin í Wien í kvøld, Sonni Ragnar Nattestad, er av lesarunum hjá Portalinum kosin dagsins leikari í landsdystinum millum Eysturríki og Føroyar. Tað er greitt nú atkvøðugreiðslan á forsíðuni endaði klokkan hálvgun tólv.
Sonni Ragnar Nattestad, sum við høvdinum legði Føroyar á odda 1-0 tá 19 minuttir vóru leiktir, fekk 26 prosent at atkvøðunum, og tað er tað mesta av teimum fimtan leikarunum, sum spældu fyri Føroyar í dag fingu.
Sonni Ragnar Nattestad stútar bóltin í netið til 1-0 (Mynd: EPA)
Lesararnir meta eisini, at Brandur Hendriksson gjørdi tað gott í kvøld. Hann fær nevniliga heili 20 prosent av atkvøðunum.
Eftir dystin móti Moldova hósdagin, varð Meinhard Egilsson Olsen kosin dagsins leikari av lesarunum hjá Portalinum.
Eysturríki vann dystin í kvøld 3-1.
Mikudagin skulu føroyingarnir aftur í eldin á útivølli. Tá verður tað móti Skotlandi, og tað verður eisini klokkan 19:45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald