Annað

Sørvágskvinnur í hálvfinaluni – Ternan heldur ondini

Flogbóltur: Nú skal Mjølnir tryggja sær minst eitt sess í síðsta dystinum móti SÍ fyri at koma í hálvfinaluna.

SÍ

2023-01-19 07:31 Author image
Innsent
placeholder

Steypakappingin, kvinnur – bólkur 2:
Ternan – SÍ 0-3 (12-25, 23-25, 16-25)

SÍ tryggjaði sær mikukvøldið sæti í hálvfinaluni í steypakappingini við 3-0 sigri á Ternuni, sum hóast tapið framvegis hevur góðan møguleika at koma í hálvfinaluna, men hjálp krevst nú frá SÍ.

Í gjárkvøldið var fyri tað mesta stórur munur á liðunum, men í øðrum setti var Ternan leingi frammanfyri, og tá best sá út, var støðan 16-11. Men tað helt kortini ikki á mál, og SÍ vann settið 25-23.

Hevði Ternan vunnið hetta settið, so hevði tað vaksið munandi um møguleikan at vinna sær pláss í hálvfinaluni, tí so hevði Mjølnir skulað vunnið tvey sett ímóti SÍ í seinasta dystinum í bólki 2, sum verður í Sørvági sunnudagin.  

Men nú er støðan tann, at vinnur Mjølnir bara eitt sett ímóti SÍ – stig er ikki neyðugt at vinna – so er tað Mjølnir, sum tekur plássið í hálvfinaluni. Vinnur Mjølnir einki sett, so er tað Ternan sum skal til Klaksvíkar at spæla hálvfinalu.

Úr bólki 1 eru TB og Fleyr komin í hálvfinaluna. Hvør av teimum, sum vinnur bólkin, verður avgjørt leygardagin, tá tvørakvinnur vitja í Havn.

Hálvfinalurnar verða í Badmintonhøllini í Klaksvík 18. februar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder