
Reykjavík, Ísland (Portalurin): Síðst í november skal føroyska kvinnulandsliðið til HM-endaspælið í Týsklandi, tað fyrsta vaksnamanna HM í søguni.
Sí eisini: Føroyar verða minsta landið higartil í einum HM-endaspæli
Men áðrenn tað skulu Føroyar spæla tveir kappingardystir. Talan er um dystir, sum eru góð fyrireiking hjá føroyska liðnum til endaspælið, men sum so sanniliga eisini eru týðandi í sær sjálvum.
Talan er um undankappingina til EM 2026. Føroyar vóru til EM 2024, men vóru lægst styrkismettar til lutakastið til hesa nýggju undankappingina, sum byrjar í morgin.
Lutakastið háttaði seg eisini so, at Portugal kom úr pottinum úr næstlægsta styrkisbólki - eitt lið sum sambært landsliðsvenjaranum var tað sterkasta úr potti trý. Sum heild verður hendan EM-undankappingin truplari enn tann í 2023-2024, tá Luksemborg var við í bólkinum.
Rakul Wardum og hinar skulu hugsavna seg um stór avrik hesa vikuna - fyrst í Íslandi (Mynd: Sverri Egholm)
Kappingin um at verða millum bestu trý'arar verða helst eisini harðari, og harvið er hugsandi, at Føroyar skulu hava stig hesa fyrstu vikuna; á útivølli móti Íslandi og/ella á heimavølli móti hægst styrkismetta Montenegro, sum vann EM-bronsu í 2022.
Sí eisini: Fara nú eftir einum EM-plássi (Myndir)
Og farið verður eftir tveimum stigum í Íslandi, staðfestir Súna Krossteig Hansen fyri Portalinum.
- Tað verður ein dystur við tveimum liðum, sum vilja spæla nokso líka; við nógvari ferð. Vit ætla at stýra dystinum og fara eftir at vinna...at løna teimum tapini frá seinastu undankapping aftur.
Mikukvøldið klokkan 20.30 føroyska tíð spæla Føroyar og Ísland í 1. umfari í undankappingini til EM 2026.
Leygarkvøldið 18. oktober klokkan 19 taka Føroyar ímóti Montenegro
HM-undankappingarbólkurin:
Montenegro
Ísland
Portugal
Føroyar
Í morgin, mikudagin 15. oktober
20.30: Ísland - Føroyar
Leygardagin 18. oktober
19.00: Føroyar - Montenegro
Meira úr Íslandi seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald