Hondbóltur

Spæla seinna dystin í kvøld

H71 Cair-Skopje hittast aftur í Høllini á Hálsi í kvøld. 17 mál vóru á muni í fyrra dystinum móti norðurmakedonsku kvinnunum.

Brynhild Pálsdóttir var toppskjútti í dystinum í gjár við tíggju málum (Mynd: Sverri Egholm)

Brynhild Pálsdóttir var toppskjútti í dystinum í gjár við tíggju málum (Mynd: Sverri Egholm)

2021-10-17 15:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hoyvíkskvinnur luttaka í ár fyri fyrstu ferð í European Cup, og talan hevur verið um eina flúgvandi byrjan.

Tað er Høllin á Hálsi, sum er karmur um teir báðar dystirnar millum H71 og norðurmakedonska liðið WHC Cair-Skopje. Fyrri dysturin varð leiktur í gjárkvøldið, og hoyvíkskvinnur vunnu við heili 17 málum, 43-26.

Tískil skal nógv ganga galið, um H71 ikki skal vinna samanlagt.

Seinni dysturin verður klokkan 18 í kvøld, og tað er nokk av plássi í Høllini á Hálsi. Liggur tað ikki fyri at fara í høllina, kann atgongd til stroyming keypast á live.hsf.fo.

Sí eisini: Myndir: H71 smurdi gestirnar av

placeholder
placeholder