
Katowice, Pólland (Portalurin): Øll hini trý hálvfinaluliðini hava roynt hetta fyrr. Og øll hava spælt eina finalu við hesum árgangunum:
Svøríki: U18 EM í 2022 (Føroyar nummar 9)
Danmark: U19 HM í 2023 (Føroyar nummar 8)
Portugal: U20 EM í 2024 (Føroyar nummar 18)
Øll hava eisini tapt móti Spania í finaluni. Nú er Spania úti, og í legunum hjá Portugal, Svøríki og Danmark kenna teir helst veruliga á sær, at "nú skal tað verða".
Fyri Portugal er tann seinasta forðingin undan finaluni lítlu Føroyar, sum "líka skulu av vegnum".
Suðurevropeiska landið hevur verið fyri ógvuliga stórari menning innan hondbólt seinastu árini og hevði sítt manslandslið í einari HM-hálvfinalu fyrr í ár.
Portugal stendur sum stórfavorittur hjá veddingarfyritøkunum í kvøld. Liðið hevur heldur ikki tapt í kappingini og syfti í gjár sterku egyptararnar av vegnum.
Nú bíðar liðið, sum kom við uppá avboð frá NýSælandi. Føroyingar hava víst frálíkan hondbólt við nakað yvir 30 málum í miðal. Í kvøld fáa vit at síggja, um tað eydnast at taka eitt stórt og søgligt fet til finaluna.
Í so fall vildu føroyingar verið tryggjaðir HM-heiðursmerki. Men so skal man eisini framvið millum annað Diogo "Rema" Marques. Stinni málverjin er kanska tann sterkasti av øllum í kappingini og ger longu vart við seg á A-landsliðnum hjá Portalinum.
"Rema" Marques roynir at verja fyri brotskasti móti Mikkel Hansen í EM-endaspælinum hjá teimum vaksnu í fjør (Mynd: EPA)
Sí eisini: Djóni Gaard Joensen: - Vit eru trúgvir móti ætlanini og hjálpa hvørjum øðrum
Aðrir ógvuliga sterkir spælarar eru: Kvikir bakspælarar, sterkir miðverjar/sterkar strikur og tryggir vengur. Nummar 7, Texeira, er helst verdur at halda eyga við. Onkur profilur frá EM í fjør, millum annað toppskjúttin í finaluni, og heilt stóra navnið hjá Portugal í ágangunum, "Kiko" Costa, eru tó ikki við.
Føroyar skulu spæla sín møguleika. Óli Mittún fekk so at siga hvíld í 2. hálvleiki í gjár, tí hann var mansvardur, meðan Ròkur Ziskason eisini sat eina góða løtu uttanfyri. Høgni Højsted er tó ivasamur til hálvfinaluna vegna hending seint í dystinum móti Slovenia.
Sí eisini: Fekk fingurin í eyga: Høgni Højsted er ivasamur
Sí eisini: Rókur: Eg fekk tíbetur rættað mistakið
----------------------------------------------------------------------
U21 HM-hálvfinalur
Í dag, fríggjadagin 27. juni
20.00: Danmark - Svøríki (Katowice)
20.00: Føroyar - Portugal (Sosnowiec)
Sí eisini: HM-rættindini: Ein ov høgur prísur fyri Kringvarpið
Sí eisini: Hálvfinalufepur í Føroyum
Portalurin verður sum vant á staðnum við beinleiðis bloggi og øðrum. Hetta frá klokkan 18. Eisini hava vit annað tilfar í kvøld
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald