Fótbóltur

Spania hevur verið mest sannførandi higartil

Liðið hjá Luis Enrique vann heili 7-0 á Kosta Rika í gjárkvøldið - Belgia vann tepurt á Kanada. Seinni í dag skulu millum annað Portugal og Brasil í eldin.

Spania var fullkomiliga omaná móti Kosta Rika og vann størsta sigur í HM higartil (Mynd: EPA)

Spania var fullkomiliga omaná móti Kosta Rika og vann størsta sigur í HM higartil (Mynd: EPA)

2022-11-24 11:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Argentina tapti fyri Saudi Arabia, og Týskland tapti fyri Japan - Danmark fekk bert javnleik móti Tunesia, og tað endaði eisini við málleysum javnleiki, tá Kroatia og Marokko hittust í gjár.

Tað er harvið greitt eftir fýra HM-dagar, at nógvir av favorittunum hava tað torført, men tað eru eisini nakrir, ið gera sítt arbeiði. Spania kann sannliga koma í hendan seinna bólkin: Kosta Rika hevði ongantíð nakran møguleika í gjárkvøldið, og væl spælandi liðið hjá Luis Enrique skoraði sjey ferðir: Tríggjar ferðir í fyrra hálvleiki og fýra ferðir í seinna hálvleiki.

Versonur vernjarans, Ferran Torres úr FC Barcelona, gjørdist tvífaldur málskjútti. Hini málini skoraðu Dani Olmo, Marco Asensio, Carlos Soler, Alvaro Morata og Gavi. Síðstnevndi, 18-ára gamli miðvallarin úr Barcelona, spældi ein frálíkan dyst, og hann er yngsti HM-málskjútti nakrantíð hjá Spania. 

Harvið hevur Spania longu víst sína styrki og liggur á odda í bólkinum saman við Japan. Sunnudagin bresta Spania og Týskland saman.

[object Object]
Gavi fagnaður og verður fagnaður eftir søguliga málið (Mynd: EPA)

Síðsti dystur í gjárkvøldið var millum Belgia og Kanada, og evropeisku favorittarnir megnaðu at fáa tey trý stigini, men tað var eftir tógvið stríð. Eftir tíggju minuttir fekk Kanada, ið spældi sín fyrsta HM-dyst síðani 1986 brotsspark, men Thibaut Courtois vísti sítt virði í belgiska málinum og bjargaði royndini frá Alphonso Davies.

Beint fyri steðgin glapp hjá Belgia, tá Michy Batshuayi, avloysarin hjá skadda Lukaku, skoraði. Hetta gjørdist einsamalla málið í dystinum, hóast ein lívligan seinna hálvleik, og Belgia er oddalið í bólki F.

[object Object]
Courtois bjargaði Belgia tíðliga í dystinum 

[object Object]

Og Batshuayi skoraði fyri Belgia (Myndir: EPA)

Úrsltini í gjár, mikudagin 23. november


Týskland - Japan 1-2 (1-0) 
(Bólkur E)

Spania - Kosta Rika 7-0 (3-0) (Bólkur E)


Marokko - Kroatia 0-0 (Bólkur F)

Belgia - Kanada (Bólkur F)


Fyrsti dystur í dag er júst av - har vann Sveis á Kamerun. Í sama bólki eru Brasil og Serbia, og tey bresta saman í kvøld.

Portugal og Ronaldo skulu eisini í eldin - áðrenn spæla Uruguay móti Son og Suðurkorea í sama bólki.


Skráin í dag, hósdagin 24. november


Sveis - Kamerun 1-0 (0-0) Bólkur G

13.00: Uruguay - Suðurkorea Bólkur H

16.00: Portugal - Ghana 
     Bólkur H

19.00: Brasil - Serbia  Bólkur G

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder