Seinastu dagarnir hava FM-fjórðingsfinalurnar hjá kvinnum verið spældar.
Sum væntað vunnu VÍF og Neistin seg í tær, og skulu hesi møta ávikavist H71 og Kyndil í hálvfinalunum, sum vera eftir landsliðssteðgin.
Sí eisini: VÍF og Neistin hava vunnið seg í hálvfinalurnar
Kyndil og H71 eru eisini í hálvfinalunum hjá monnum, og í kvøld verður greitt, hvørji tey hitta har.
Heimaliðini eru favorittar í kvøld, men talan kann gerast um spennandi dystir. Neistin og KÍF vóru í hálvfinalunum í steypakappingini, eftir at tey júst høvdu varpað ávikavist VÍF og StÍF út.
Dystirnir í kvøld:
![]()
FM1 sigur frá dystinum í Vestmanna (klokkan 16)
Til ber at fylgja gongdini í báðum dystunum ovast á Portalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald