Hóast Ítróttarfagnaðurin dróg norðanfjørðs, var hugurin at taka lut í bogaskjótikappingini í Suðuroy leygardagin avgjørt nøktandi. Tað vóru fyrireikarar og skjúttar samdir um. Góðar duellir og framúr góðu kappingarumstøðurnar í Salt á Drelnesi gjørdu eisini sítt til, at øll fingu ein ógloymandi dag.
Dreingir við berboga var einasti bólkurin, sum skeyt í U12, og aftur hesa ferð kappaðust Bárður V. Johannesen úr Ørvi og Magnus Mortensen úr Tambum. Aftur fyri bleiv hetta tann mest spennandi duellin teirra millum nakrantíð. Tað var tað annars ikki nógv, ið bendi á í innleiðandi kappingini, tí hana vann Bárður greitt, meira enn 100 stig framman fyri Magnus. Men í finaluni tók Magnus øll á bóli, so bragdliga legði hann fyri. Hann vann tað fyrsta umfarið, skeyt tað næsta javnt og vann síðan eisini tað triðja umfarið, so hann tá var á odda 5 – 1. Nú mátti Bárður vinna tey bæði seinastu umførini fyri at bjarga sær javnleik og eina shoot-off-avgerð. Tað eydnaðist honum, og tá hevði hann eisini megnað at rist hvøkkin so mikið væl av sær, at hann rakti mitt í 10’aran við sínum shoot-off-píli og vann tískil finaluna við tað, at Magnus rakti 5’aran.
Í U16 vóru Marta B. Poulsen og Rói Højgaard, bæði út Ørvi, einsamøll í bólkunum gentur compound og dreingir compound. Men hóast tey tískil vunnu síni gullheiðursmerki uttan mótstøðu, vóru avrikini merkisverd. Rói tykist nevniliga taka seg støðugt meira fram fyri hvørja kapping, og við 559 stigum í innleiðandi umførunum leygardagin, setti hann sítt persónliga kappingarmet. Marta setti onki met, men vísti hinvegin óvanligt áræði bara við at hava teknað seg til. Hon er nevniliga eisini íðin fimleikari í Støkk, og har lendi hon so skeivt eftir eitt lop her fyri, at hon meiðslaði sær beinið. Hon gongur tí á høkjum og mátti skjóta sitandi á einum stóli leygardagin.
Hjá recurve-dreingjunum í U16 vóru Jón Sjúrður Jóhansson úr Vágaskoti og Arthur V. Olsen úr Tambum í hólmgongu, og her vann Jón Sjúrður innleiðandi kappingina og síðan finaluna 6 – 0.
Í U18 vóru tað bara compound-dreingirnir Narvi E. B. Jensen og Jónas B. Poulsen, báðir úr Ørvi, sum kappaðust. Men teir vóru eisini við í compoundkappingini hjá monnum, tó so, at innleiðandi kappingin er felags fyri U18 dreingirnar og menninar. Narvi var hin fremri í innleiðandi kappingini, men tapti fyri Jónasi í U18-finaluni.
Í kappingini hjá monnunum var tó viðvent í holuni. Raðfylgjan í innleiðandi kappingini var henda: Jóannes Poulsen (Ørvur), Kaj Johannesen (Ørvur), Jógvan Niclasen (Tambar), Narvi og Jónas. Teir báðir skuldu tí sum teir einastu skjóta eina fjórðingsfinalu ímóti hvørjum øðrum um annað hálvfinaluplássið, og fjórðingsfinaluna vann Narvi 137 – 135. Í hálvfinaluni mátti hann tó lúta fyri Jóannesi, sum vann 149 – 135, men Narvi hevði enn møguleika at vinna bronsu. Hin hálvfinalan var ímillum Kaj og Jógvan, og her vann Kaj 141 – 139. Bronsudysturin bleiv tískil millum Narva og Jógvan, men her komu aldursmunur og royndir týðuliga til sjóndar, og vann Jógvan sannførandi 142 – 128.
Finalan millum Jóannes og Kaj bleiv hinvegin ein stak spennandi hólmgonga, og teir máttu hava uttanveltaða hjálp til at døma onkran píl. Tá av tornaði, vann Jóannes finaluna við bara einum stigi, 146 – 145.
Tríggir mans kappaðust við berboga, Thomas Christensen og Haakon Joensen, báðir úr Team SuðurSkot, og Kaj V. Olsen úr Tambum. Kaj hevur skotið eina kapping við compound-boga í vetur, eina við recurve-boga, og í Suðuroy gjørdi hann so av at royna seg við berboganum. Hann vann innleiðandi kappingina og við tí eisini beinleiðis pláss í finaluni, men hevði Thomas í hølunum. Haakon megnaði hinvegin ikki at bjóða teimum báðum av hesa ferð. Thomas vann 6 – 0 á honum í hálvfinaluni og gjørdi síðan eisini bart í finaluni ímóti Kaj. Thomas vann finaluna 6 – 0.
Recurve-kvinnurnar vóru fýra í tali hesa ferð. Pernille Krogh úr Vágaskoti vann innleiðandi kappingina framman fyri Amy við Rætt úr Ørvi, Solveig Hansen úr Tambum og Anniku Næs Johannesen úr Team SuðurSkot. Pernille og Amy vunnu síðan báðar 6 – 0 í hvør sínari hálvfinalu ímóti ávikavist Anniku og Solveig. Solveig vann bronsudystin ímóti Anniku 6 – 0. Í Salt vísti Amy, at eisini hon hevur tikið seg nógv fram í vetur, og í finaluni megnaði hon at koppa Pernille við einum 6 – 2-sigri.
Hjá recurve-monnunum brustu Hans Petur Højgaard úr Ørvi og Pauli Mortensen úr Tambum saman, og her var Hans Petur greitt við yvirlutan. Hann vann innleiðandi kappingina sannførandi og síðan finaluna 6 – 0.
Tá kappast verður norðanfjørðs, plaga U12 of U16 at kappast leygardag og seniorar og U18 sunnudag, men í Suðuroy kappast øll sama dag. Tað krevur hegni at leggja til rættis, so at kappingin kann verða liðug í hampuligari tíð, og aftur hesa ferð hevði Jóannes Poulsen úr Ørvi boðið sær at hjálpa fyrireikarunum í Team SuðurSkot at seta kappingina upp og avgreiða hana.
Hetta kundu øll fegnast um, tí umframt at vera besti compoundskjúttin í landinum, er Jóannes sum tikin úr leikum sum fyriskipari, og tað gekk eisini væl í hond við øllum leygardagin. Allar kappingarnar vóru avgreiddar, heiðursmerki handað og øll útgerð og annað pakkað saman og fingið til høldar í góðari tíð, áðrenn Smyril fór seinasta túrin av Krambatanga klokkan 18.30. Tað bar alt til uttan hurran og skundan, og stundir vóru eisini til steðgir at njóta tær góðu heimabakaðu køkurnar, sum vertirnir høvdu bakað, saman við einum kaffimunni, og at súpa seg mettan av frálíku suppuni við so nógvum góðum í, sum borðreitt var við til døgurða.
Hetta var næstseinasta innandurakappingin í vetur, eftir eru bara FM-finalurnar, sum verða skotnar í Havn vikuskiftið 28. februar – 1. mars. Fleiri myndir frá leygardegunum síggjast her.
Bogaskjótisamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald