Hondbóltur

Staðfest: Føroyar skulu til EM-endaspælið í desember

Montenegro vann greitt í Portugal fyri løtu síðani, og harvið enda føroysku kvinnurnar í minsta lagi á 2. plássi í undanbólkinum - liðið skal triðja árið á rað spæla í einum endaspæli.

Føroysku kvinnurnar kundu av álvara fegnast um 35-30 sigurin á Íslandi í gjár Men tá var EM-plássið ikki við 100 prosent vissu í hús (Mynd: Sverri Egholm)

Føroysku kvinnurnar kundu av álvara fegnast um 35-30 sigurin á Íslandi í gjár Men tá var EM-plássið ikki við 100 prosent vissu í hús (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-09 20:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tær hava sjálvar lagt grundarlagið við trimum sigrum í fimm dystum - seinast ein sannførandi sigur við Tjarnir móti Íslandi.

Sí eisini: Føroyar løgdu gestirnar á ís og skulu eftir øllum at døma til enn eitt EM-endaspæl

Í kvøld kom EM-plássið endaliga í hús, uttan at Føroyar spældu. Tað kom tað, tí at Montenegro vann í Portugal.

Tað endaði 34-26 til oddaliðið í bólkinum, og harvið kunnu hvørki Portugal ella Ísland fáa Føroyar aftur.

Støðan í bólkinum eftir fimm av seks umførum

1. Montenegro 8 stig *
2. Føroyar 6 stig *
-----------------------
3. Portugal 4 stig 
4. Ísland 2 stig 

* Vìðari til EM-endaspælið í desember

Tvey tey ovastu fara víðari til EM-endaspælið, sum er á skránni í desember. Mest sannlíkt kemur besti trýarin eisini víðari úr hesum bólkinum

Úrslitini í næstseinasta umfari merkja, at Montengro eru víðari - og at Ísland og Portugal sunnudagin spæla um 3. plássið og EM-atgongumerki.

Føroysku kvinnurnar enda í minsta lagi á 2. plássi í einari søguligari góðari undankapping. Tað kann gerast uppaftur betri sunnudagin, tá Føroyar og Montenegro spæla um 1. plássið í bólkinum - londini hittast í Podgorica.

[object Object]

Føroysku kvinnurnar kundu av álvara fegnast um 35-30 sigurin á Íslandi í gjár Men tá var EM-plássið ikki við 100 prosent vissu í hús (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: - Ikki ordiliga gingið upp fyri mær enn (Video)

Talan verður um triðja endaspæl á rað hjá Føroyum. Eisini hetta er søguligt í vaksnamannahondbólti.

Tað er ikki greitt enn, hvar Føroyar spæla sínar EM-dystir í desember. Hetta kemst av tí, at heilir fimm vertslond eru: Póllandi, Kekkia, Slovakia, Rumenia og Turkalandi.

Lutakastið um bólkabýtið og staðseting verður um eina viku, hósdagin 16. apríl klokkan 17.00 føroyska tíð, staðfestir HSF nú. Tað veður í Katowice í Póllandi, ið er býurin har U21-menninir vunnu HM-bronsu síðsta summar.

EM-endaspælið verður spælt í døgunum 3. – 20. desember 2026.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder