2025-06-18 08:41

Leygardagin var aðalfundurin hjá Hondbóltssambandinum hildin í Vestmanna.Har gjørdist millum annað greitt, at sitandi starvsnevnd heldur fram.
- Aðalfundurin var hildin í Vestmanna í samstarvi við VÍF. Eftir aðalfundin bjóðaði Vestmanna kommuna smyrjibreyð og vóru eisini ungdómslandsdystur millum U17- og U19-kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Íslandi spældir har seinni um dagin.
Fyri vali á aðalfundinum stóðu Jógvan Emil Nielsen, næstformaður, Heini Ellingsgaard, nevndarlimur, Kristian Østergaard, nevndarlimur og Høgni Vilhelmsen, varalimur. Teir vóru allir afturvaldir.
Sitandi starvsnevnd telur sostatt hesar limir:
Gunn Ellefsen, forkvinna
Jógvan Emil Nielsen, næstformaður
Durita Thomsen, nevndarlimur
Heini Ellingsgaard, nevndarlimur
Kristian Østergaard, nevndarlimur
Birgir Kass, varalimur
Høgni Vilhelmsen, varalimur
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/06/17/gallery-thumbnail/1750150286vntjgcogr4.webp)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald