Hondbóltur

StÍF hevur sett nýtt venjaratoymi til menninar

David Edvardsen verður høvuðsvenjari, og Kára Horn verður hjálparvenjari.

(Mynd: StÍF/Facebook)

(Mynd: StÍF/Facebook)

2026-05-30 14:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

StÍF boðar frá, at felagið hevur gjørt avtalu við David Edvardsen, sum verður høvuðsvenjari, og Kára Horn, sum verður hjálparvenjari.

– Báðir hava drúgvar royndir innan føroyskan hondbólt, og væntast teir at gerast ein týðandi styrkur fyri felagið komandi tíðina, skrivar StÍF.

David Edvardsen hevur í mong ár verið ein profilur í føroyskum hondbólti, bæði sum leikari, og seinni í venjaraleiklutinum. Somuleiðis hevur Kári Horn eina ríka fortíð í føroyskum hondbólti.

– Við hesum nýggja venjaratoyminum er ætlanin hjá StÍF, at byggja víðari á sterka grundarlagið í felagnum, og samstundis menna liðið enn meira, bæði í mun til úrslit og spælistíl. Felagið hevur stórt álit á, at samstarvið við David Edvardsen og Kára Horn fer at geva nýggjan íblástur, og styrkja felagið, á øllum stigum, skrivar felagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder